Mong rák eru at finna á internetinum. Eitt tað seinasta er heldur grovari enn vanligt.
Hashtaggið [merkið,ritstj.] Alpine divorce, sum kan tulkast nakað líknandi Fjalla-hjúnaðarskilnaður, er eksploderað á sosialu miðlapallum sum TikTok og Instagram seinastu mánaðirnar.
Alsamt fleiri deila har traumatiskar og onkuntíð lívshóttandi upplivingar.
Hugtakið verður brúkt til at lýsa eina hending undir einum gongutúri, ella øðrum uttandura ævintýri, har ein partnari, vanliga maðurin, rýmur frá maka sínum í einum fjarskotnum og møguliga hættisligum umhvørvi.
Vanliga er hesin makin minni royndur og meira viðbrekin.
Prátið hevur partvíst verið drivið av einum kendum málið í Eysturríki, sum hendi fyrr í ár.
Har var ein fjallaklintrari dømdur fyri manndráp og fekk treytaðan dóm. Hettar eftir at hann lat unnustu síni sita einsamalla eftir á Grossglockner fjallinum, sum er landsins hægsta. Hann segði seg fara at leita eftir hjálp, men hann segði ongum frá, og unnustan frysti til deyðis.
Ákæruvaldið ákærdi mannin, sum eitur Thomas P., fyri ikki at hava svarað uppringingum frá bjargingartænastuni, hóast hann hevði telefonsignal. Hann sendi heldur ikki neyðsignal rættstundis.
Undir rættarmálinum vitnaði ein fyrrverandi unnusta, at hann hevði rýmt undan henni á sama fjalli í 2023, tí hann helt hana vera ov seina, skrivar týska blaðið Bild.