Ongi úrslit

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

Jenis av Rana
2 tímar síðan

Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni. Eg fekk meg ikki at trúgva tí, eg hoyrdi, men rætt var. Verturin bar boð til okkara, at tey 22 ætla sær at barsla á løgtingi fríggjadagin h. 24. apríl 2026, við einum uppskoti um at veita bileigarum 20 mió. í lætta vegna hækkaðar orkuprísir.

Flugubeinið fyri hjálp samfelagsins fæst, um tú eigur bil.

Er tað ikki gott, spyr tú kanska- jú uttan iva, um orsøkin er at lætta um øktu fíggjarbyrðuna, sum kemst av hækkaða kostnaðin fyri dýrkaðu orkuna- bensin og diesel. Men tyngstu byrðuna, hana, ið kemst av orkuupphitingini av føroysku heimunum, ætla tey sær einki at gera við, tó at tann oljurokningin rakar tey, sum onki akfar eiga, eins meint og akfarseigarar.

Ov trupult í hesum teldutíðum.

Tað er ov trupult at veita veita familjunum slíkan lætta, var svarið, sum útvarpsverturin bar víðari frá nýggju samgonguni. Og so hoyrdu vit eina undanførslu fyri og aðra eftir, undanførslur við ongum samband við veruleikan, undanførslur bygdar á reindyrka politiskt ábyrgdarloysi.

Gævi góðar kreftir, politiskar, men eisini serkønar í m.ø. EDV og fíggjartøkni, taka seg saman, steðga hjálpar- og skilaloysi samgongunnar- og rætta kósina.

Jenis av Rana

Løgtingsmaður fyri Miðflokkin

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

14 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

7 tímar síðan

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10