Ongi úrslit

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Tórshavnar Havn er høvuðshavn í Føroyum. Skip, sum leggja at meiri enn 26 ferðir um árið, skulu lønast eftir føroyskum sáttmálum, men tað er kappingaravlagandi, sigur tey, sum eiga farmaskip
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Føroyski handilsflotin hevur góðar møguleikar fyri framhaldandi vøkstri, men tað krevur, at karmarnir fylgja við menningini.

Tað sigur Reiðarafelagið fyri Handilsskip, nú tey hava havt aðalfund. Á aðalfundinum løgdu tey dent á, at føroyski handilsflotin er ein sterk og týdningarmikil vinna, sum hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin.

– Virksemið veksur, nýggj skip eru á veg, og reiðaríini gera munandi íløgur fyri at laga seg til altjóða krøv og framtíðar tørv.

Í ársfrágreiðingini vísti formaðurin, Jens Meinhard Rasmussen, á, at føroyski handilsflotin í dag er ein av størstu útflutningsvinnunum í Føroyum og hevur eitt gott grundarlag fyri framhaldandi menning.

– Vit kunnu vera errin av, at vit hava ein sterkan handilsflota, sum støðugt mennist. Nýggj skip eru á veg, og reiðaríini gera umfatandi íløgur fyri at laga seg til altjóða krøv um grøna orkuskiftið og burðardyggan rakstur, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Hann vísir samstundis á, at skal vinnan fáa gagn av sínum møguleikum, er tað avgeramdi, at hon fær betri umstøður.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur fleiri ítøkilig tilmæli sum kunnu styrkja kappingarførið.

Sambært felagnum eru hetta týdningarmiklar fortreytir fyri, at føroyski handilsflotin framhaldandi kann kappast á altjóða marknaðinum og skapa virði og arbeiðspláss.

Hóast altjóða reglur og marknaðarviðurskifti broytast skjótt, metir felagið, at vinnan hevur góðar vakstrarmøguleikar, men tað er neyðugt, at politisku karmarnir stuðla undir menningina, sigur felagið.

Á aðalfundinum vórðu Álvur Højgaard, Hentzar Steingrímsson og Sjúrður Johansen afturvaldir sum nevndarlimir, meðan Steinar Eirikstoft varð valdur sum nýggjur nevndarlimur.

Í nevndini sita nú: Jens Meinhard Rasmussen, formaður, Hentzar Steingrímsson, næstformaður, Gunnbjørn Joensen, Sjúrður Johansen, Álvur Højgaard, Jónas Sigmarsson og Steinar Eirikstoft.

Eitt tilmæli hjá felagnum er, at broyta treytirnar fyri, hvussu útlendsk manning við føroyskum skipum, skal lønast.

Kemur eitt skip undir føroyskum flaggi í havn í Føroyum fleiri enn 26 ferðir um árið, skulu útlendingar, sum eru við, hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Tað merkir, at tey arbeiða undir føroyskum sáttmálum og undir føroyskum treytum.

Reiðarafelagið fyri handilsskip mælir til, at hetta kravið verður strikað soleiðis at reiðarí kunnu fylgja altjóða minimunssáttmálum, ella seta sjófólk eftir treytunum í bústaðarlandinum hjá teimum.

– Lønar- og setanarviðurskiftini umborð á handilsskipum í altjóða sigling eru skipað øðrvísi enn viðurskiftini hjá starvsfólkum á landi. Tað er ikki óvanligt, at lønarvirðurskiftini hjá manningini fylgja setanartreytunum í bústaðarlandinum, ella altjóða minimumsáttmálum, sum altjóða løntakarafelagið, ILO, hevur góðkent.

– Her skal havast í huga, at tey útlendsku sjófólkini ikki hava bústað í Føroyum. Tey koma úr heimlandinum og beinleiðis umborð á skipið til arbeiðis, og tá ið tey mynstra av, fara tey av landinum og aftur til heimlandið.

– Eitt dømi er, at føroysk farmaskip, ið regluliga sigla við farmi til Føroya, noyðast at rinda føroyskar lønir til útlendska manning, sum hevur bústað í útlandinum, meðan skip undir øðrum flaggi kunnu seta útlendingar til munandi lægri lønir og sigla á somu farleið, sigur felagið.

– Hetta ger tað munandi meira kostnaðarmikið hjá føroyskum reiðaríum at reka virksemi og versnar sostatt um kappingarførið, leggja tey afturat.

– Tað eru alment viðurkendar meginreglur í altjóða skipavinnuni, at lønirnar hjá sjófólki skulu fylgja lønarlagnum í heimlandinum, har sjófólkið býr.

– Lønarlagið er ymiskt frá landi til land, men endamálið er, at lønin skal tryggja, at sjófólkið fær eina góða løn eftir kostnaðarstøðinum í landinum, har tað býr - men meginfelagið fyri fakfeløg, IFT, ásetur kortini minstu treytir fyri sjófólk í altjóða sigling.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

13 tímar síðan

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Haldi tykkum burtur

17. apríl kl. 20:02

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

15. apríl kl. 07:43