Ongi úrslit

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Myndin er frá KvF
Janus Hovgaard
2 tímar síðan

Glasir er vorðið eitt dømi um, hvussu ein almenn leiðsla kann venda sær ímóti ungdóminum. Leiðslan arbeiðir ikki fyri næmingarnar, hon arbeiðir ímóti teimum.

Skúlaheimið verður niðurraðfest, hóast tað er lívsneyðugt fyri næmingar úr útjaðaranum, er ikki bara ein avgerð, tað er ein politisk raðfesting. Og hon er greið: miðsavnan fram um javnrætt.

Rektarin hevur alment givið til kennar, at næmingar eru vælkomnir at fara, um teimum ikki dámar umstøðurnar. Hetta er ikki bara óvirðiligt tað er beinleiðis ábyrgdarleyst. Ein almennur stovnur, fíggjaður av skattgjaldaranum, kann ikki rekast eftir einari slíkari hugsan.

Navnið á einum stovni kann ongantíð brúkast sum orsøk til at skerja grundleggjandi umstøður hjá næmingum. Hetta er ikki ein faklig avgerð hetta er illvilji.

Enn verri er, at rektarin noktar at svara upp á ein einfaldan og relevantan spurning:

Hvat kostar tað í veruleikanum at loyva næmingum at vera í vikuskiftinum?

Fyri næmingar úr Suðuroynni er støðan serliga álvarslig. Uttan fast samband og við einum óálítandi ferðasambandi eru teir longu settir aftanfyri. Tá skúlaheimið samstundis verður skorið niður, verður útbúgving í veruleikanum ein spurningur um bústað – ikki førleika.

Hvat er ætlanin? At næmingar skulu gista á hotellum? Ella bara gevast?

Harumframt hevur leiðslan eisini víst, hvussu vánalig hon er, við at seta upp ólóglig vakmyndatól. Tað er eitt beinleiðis brot á álitið millum leiðslu og næmingar – og eitt lógarbrot, sum eigur at fáa starvsligar avleiðingar.

Vit tosa um eina leiðslu, sum hevur ábyrgd av umleið 1700 næmingum og 250 starvsfólkum. Tá slík ábyrgd verður umsitin við lítilsvirðing og arrogansu, er tað ikki bara eitt innanhýsis problem – tað er ein politiskur trupulleiki.

Spurningurin er tí einfaldur:

Hvussu leingi fer myndugleikin at góðtaka hetta?

Tí hvørja ferð skipanin svíkur ungdómin, senda vit eitt greitt boð: Føroyar eru ikki fyri tykkum.

Og tað er júst tí, at so nógv velja at fara – og ikki koma aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

2 tímar síðan

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Haldi tykkum burtur

17. apríl kl. 20:02

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

15. apríl kl. 07:43