Ongi úrslit

Silvurdrongur takkar fyri seg

Á sosialu miðlunum.

© TUTL
Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

-Eg sletti Facebook um eina viku ella so. og harvið allar sosialar miðlar.

Um tit framvegis vilja fylgia við, hvat eg geri, konsertir, nýggjar útgávur og so framvegis, kunnu tit senda mær ein teldupost á [email protected], so skrivi eg tykkum upp á mín meylista, har eg sendi út tíðindi og serlig tilboð til tey áhugaðu.

Eg skifti yvir til hesa týsku emailtænastuna, Tuta, tí hon er púra enkryptað, savnar ongar dátur og, ja, tí hon er evropeisk.

Siggjast í flaskupostum og harúti í veruliga lívinum.

Í januar skrivaði Silvurdrongur at hansara sivili brúkari á Facebook bleiv strikaður, tí at hann skrivaði okkurt kritiskt um amerikonsku stjórnina. 

-Tað gekk bara eitt sekund, frá tí eg skrivaði viðmerkingina í aftursvari til Birgir Kruse, til eg fekk boðini, at brúkarin nú var óvirkin, skrivaði hann tá og helt fram

-Talufrælsið á (amerikonskum) sosialum miðlum er deytt.

Eg havi leingi ætlað at sletta min FB-brúkara, og tí hevði eg fingið upp ílag, at Silvurdrongur-síðan ikki hvarv við honum. Skriva her ella via teldupost, um tit vilja hava fatur í mær.

Eftir onkrum viðmerkjarum at døma, vóru  onnur sum hava upplivað okkurt líknandi, og onnur sum eisini hava ætlanir um, at sletta sínar sosialu miðlar.

Sensurur á netinum er eftir øllum at døma ein vaksandi trupulleiki sum heild.

Úr Onglandi ljóðar á milluannað Youtube, at alsamt fleiri tíðindafólk og onnur, fáa alsamt fleiri sanktiónir og enntá verða handtikin, um tey skriva okkurt samfelagskritiskt, ella íøbeinleiðis ímóti onkrum politikara.

Í einari uppfylgjandi viðmerking til Dimmalætting sigur Silvurdrongur:

-Eg tími ikki eitt algoritmu-stýrt lív á sosialum miðlum, sum bara brúka meg og teg til at savna dátu, selja reklamur og skapa so stórt samfelagsligt split sum gjørligt.

Eg taki hervið frástøðu frá øllum tí, men eg vil gjarna røkka út til teirra, sum ynskja at fylgja við, og tí geri eg ein teldupostlista, har fólk fáa tíðindini við.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

Í gjár kl. 07:43

Silvurdrongur takkar fyri seg

6 tímar síðan