Icelandair sigur, sambært mbl.is, at eitt flogfar hjá teimum fleyg alt ov lágt yvir Vestmannaoyggjarnar leygardagin 11. apríl. Hettar er álvarsamt, og hendingin er í løtuni undir kanning hjá Samferðslueftirlitinum.
-Vit taka hetta málið í størsta álvara. Hendingin verður kannað og vit fara sjálvandi at hjálpa myndugleikunum við tí. Hettat sigur Bogi Nils Bogason, stjóri í Icelandair, í einari fráboðan frá felagnum.
Flogfarið var á ferðafólkaflúgving úr Frankfurt, tá tað fleyg lágt yvir Vestmannaoyggjunum. Sambært Icelandair var lága flogferðin ikki framd við heimild frá leiðsluni í flogfelagnum.
Stjórarnir meldaðu sjálvir tilburðin til Samferðslueftirlitið og løgregluna, so skjótt teir fingu upplýsingar um hetta, sum teirra skylda eisini er.
Í fráboðanini stendur, at lógir og reglur um flúgving eru ásettar fyri trygdarendamálið og at starvsfólk hjá Icelandair, eins væl og felagið, hava skyldu at halda tær nær sum helst.
Bogi sigur eisini, at hóast hildið verður at talan er um eitt einstakt mál, fer felagið at endurtaka fyri starvsfólkunum tær mannagongdir og reglur, sum altíð skulu fylgjast.
Icelandair vil ikki at gera nærri viðmerkingar til málið, meðan kanningin er í gongd.