í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Vágum, har ein vørubilur við last, misti nakað av farminum úr lastini og niður á vegin ímeðan hann koyrdi.
Tað, hann misti úr lastini, rakti ein annan bil, sum fekk eitt sindur av skaða, men fólkaskaði var eingin.
Tað er eitt strangt krav í ferðslulógini, at tann, sum koyrir við farmi í lastini, skal tryggja hann si væl at hann ikki dettur úr lastini og er til vanda fyri onnur.
Tá ið slík óhapp eru, hendir tað seg meiri enn so at bilførarin missur koyrikortið. Løgreglan skal nú lýsa málið áðrenn støða verður tikin til, hvat skal henda.
Annars vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt í Kollafjørði, á einum strekki har tað er loyvt at koyra 80. Tveir koyrdu ávikavist 96 og 97 og teir fáa bót, og ein koyrdi 106, so hann fær eisini eitt klipp í koyrikortið.