Ongi úrslit

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

Áki Bertholdsen
13 tímar síðan

Í gjár fekk løgreglan ein lista frá Akstovuni yvir bileigarar, sum ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár í ár.

Og løgreglan er eisini farin til verka at taka nummarpláturnar av hesum bilunum, og longu í nátt hevur løgreglan verið heima hjá 87 bileigarum í Havn og hevur tikið pláturnar av bilunum.

So tá ið farið verður í bilin í morgun, er tað kanska snilt at kanna eftir, um bilurin framvegis hevur plátur.

Hesa næstu tíðina fer løgreglan at arbeiða seg ígjøgnum listan. Og støðan er so einføld sum tað, at hava bileigarar, sum eru á listanum, ikki kvittan fyri, at vegskatturin er goldin, verða pláturnar tiknar.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

Í gjár kl. 07:43

Silvurdrongur takkar fyri seg

6 tímar síðan