Ongi úrslit

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Steffan Klein Poulsen, formaður í Miðflokkinum, í práti við Sirið Stenberg forkvinnu í Tjóðveldi. Hann sigur, at eisini nýggja Løgtingið skal fáa høvi at taka støðu til fosturtøkumálið
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Stutt Løgtingið fór í jólafrí, samtykti ein tepur meiriluti við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti, at vit skulu hava fría fosturtøku í Føroyum til 12. viku. Lógin kemur í gildi 1. juli í ár.

Men tað er greitt, at seinasta orðið er ikki sagt í hesum máli enn, tí Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin sigur, at nú nýtt løgting er valt, fara tey aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku.

Fosturtøkumálið er eitt hjartamál hjá Miðflokkinum burtur av, og hetta verður eisini tað fyrsta málið tey fara í holt við nú nývalda Løgtingið fer til verka.

Tað eru bara Miðflokkurin og Framsókn, sum hava ein beinleiðis politikk á hesum øki. Miðflokkurin er ímóti fríari fosturtøku og Framsókn er fyri.

Annars hava hinir flokkarnir gjørt av, at í málum sum hesum, eru tinglimirnir bara bundnir av síni egnu sannføring. Sostatt kunnu teir atkvøða sum teir vilja, uttan at føla seg bundnar av hvørki flokki ella samgongu.

– Vit ætla at taka flokkarnar upp á orðið og tí fara vit aftur at leggja uppskot um fosturtøku fyri Løgtingið, sigur Steffan Klein Poulsen.

Men hvussu uppskotið verður orðað, er ikki greitt enn, tí tað snýr seg um at fáa ein meiriluta.

Tað eru fleiri nýggj tingfólk og nú fer hann fyrst at tosa við hvønn einstakan løgtingslim fyri at vita, hvørja støðu tey hava til málið.

Men hann sigur, at fremsta endamálið verður at fáa eina lóg, har rætturin til lív verður tryggjaður við lóg - altso, har fosturtøka bannað.

Samstundis skuldi ein hjálpareind setast á stovn sum skuldi veita komandi foreldrum alla hugsandi hjálp.

Tað hevur Miðflokkurin áður lagt uppskot fyri Løgtingið um, men tað varð ikki samtykt.

– Tað hevði verið tann besta loysnin, men er meiriluti ikki fyri tí í nýggja Løgtinginum, ætlar Miðflokkurin, í hvussu so er, at fáa undirtøku fyri at fáa ymsar munandi batar í lógina, sum er samtykt við tí endamáli at verja fostrið betri enn nú.

– Vit síggja avgjørt møguleikar fyri at gera munandi batar í lógini, sigur Steffan Klein Poulsen.

Tað kann vera at gera eina skipan við kravdari ráðgeving og kravdari umhugsunartíð, áðrenn fosturtøka verðu framd í verki.

Hann sigur, at fyri at nevna ein møguleika afturat, kann talan eisini vera um at bjóða foreldrum eina skanning, har tey síggja fostrið í móðurlívi áðrenn endalig støða verður tikin.

– Tað er ikki tað, vit helst vilja, men tað hevði í øllum førum verið munandi batar, sigur hann.

– Vit fara at royna at toga fosturtøkumálið so nær okkara hugsjón, sum tilber. Men allir batar eru frægari enn hendan lógin, sum hevur fullkomiliga fría fosturtøku, sigur formaðurin í Miðflokkinum.

– Vit ætla at lata okkum í førarablusuna í hesum máli, tí gera vit ikki tað, vænti eg ikki at nakað hendur, sigur hann.

Steffan Klein Poulsen sigur, at enn er óvist, nær tað er klárt at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið, men tað fer at taka nakað av tíð at fáa greiði á, hvat undirtøka fæst fyri, sigur hann.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

14 tímar síðan

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Haldi tykkum burtur

17. apríl kl. 20:02

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

15. apríl kl. 07:43