Eg haldi, at vit eiga at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús til hetta høga ting. Tað segði nývaldi løgtingsformaðurin, Johan Dahl, á móttøkuni, sum var fyri honum mikudagin.
Hann heldur, at umstøðurnar hjá løgtingslimum, og Løgtinginum sum heild, eru ikki nóg góðar og tí heldur hann, at tað hevur stóran týdning, at nýggi formansskapurin í Løgtinginum fer at virka fyri at gera umstøðurnar betri.
Í hesum sambandi heldur Johan Dahl, at tey eiga at hyggja at heildini, so at tey fáa ein nýmótans tingsal, sum tey hava í øðrum londum og so at eisini allar umstøður í sambandi við løgtingsarbeiðið verða nøktandi.
Hann leggur dent á, at enn er hetta bara hansara egnu tankar, men hann sigur, at hann fer at taka málið upp fyri at vita, hvat letur seg gera politiskt.
Men hann heldur, at Løgtingið eigur at fáa virðiligari og tignarligari umstøður enn tað hevur í dag.
Hvør ein loysn kann verða, dugir hann ikki at siga enn.
Umframt Løgtingshúsið, eigur Løgtingið eisini grannabygningin hjá gamla Telefonverkinum, umframt at tey leiga høli frá Havnar Arbeiðarafelag, sum eisini er beint við.
– Men tað er eitt leigumál og tað kann verða uppsagt, staðfestir Johan Dahl.
Harumframt eigur Løgtingið eisini Gamla Apotek, og tað er eisini ein spurningur, hvat skal gerast við tað.
Eina ferð varð tosað um at útvegað Løgtinginum høvuðssætið hjá Eik-banka mitt í býnum, tað er gróthúsið á Káta Horninum.
Tað kundi verið ein møguleiki, sigur Johan Dahl.
Men talan kundi eisini verið um at bygt eitt spildurnýtt løgtingshús onkustaðni. Einaferð varð tosað um at byggja eitt nýtt Løgtingshús á Kongabrúnni, so at tað var beint við Tinganes og Landsstýrið. Men nú hevur verið tosað um at byggja Tjóðleikhús har, so spurningurin er, hvat letur seg gera.
Verandi løgtingshús er bygt miðskeiðis í átjanhundrað talinum og tað er umbygt fleiri ferðir. Men ístaðin fyri at húsa Løgtinginum, kundi tað verðið eitt stásiligt og tignarligt móttøkuhús, tá ið Løgtingið hevur gestir, ella skipar fyri onkrum tiltøkum, heldur Johan Dahl.
Nú verður nógv tosað um at tálma almennum útreiðslum. Men Johan Dahl heldur ikki, at hetta eigur at verða ein forðing fyri at geva Løgtinginum betri umstøður. Tað er ein íløga í at geva Løgtinginum tignarligar umstøður, tí tað eigur Løgtingið at hava, sigur hann.
– Vit eiga ikki at tosa tað niður, ella at niðurraðfesta tað, sigur Johan Dahl.