Ongi úrslit

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Uppskot, sum hetta frá samgonguni, eru við til at úthola okkara vælferðarsamfelag.

Tað segði Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkinum - og sostatt limur í samgonguni, á Løgtingi í gjár.

Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá samgonguni um at taka mvg av olju og bensini í tríggjar mánaðir, fram til 31. juli.

Erhard Joensen sigur, at eitt slíkt uppskot er viðkomandi, tí prísirnir eru hækkaðir nógv. Men hann er vónbrotin av samgongan ikki hevur lagt eitt betri uppskot fyri Løgtingið.

Hann heldur nevniliga ikki, at tað er rætt at samtykkja eitt uppskot, har øll fáa stuðul til at keypa bensin og diesel.

Hann heldur, at stuðulin eigur at verða markaður til tey, sum eru ringast fyri, kanska pensjónistar, fyritíðarpensjónistar, og aðrar bólkar, sum eru ringast fyri fíggjarliga.

Hann sigur, at tað er politikkur, sum hesin, ið er við til at úthola okkara vælferðarsamfelag.

– Tað eri eg rættiliga keddur av og tað pínur meg, sigur hann.

Tá ið stuðulsskipanir verða gjørdar, verða tær gjørdar soleiðis at øll fáa stuðul, eisini tey, sum yvirhøvur ikki hava brúk fyri stuðuli. Tað er eisini galdandi í hesum uppskotinum hjá samgonguni, sigur hann.

Hann vísir á, at koyrir ein familja 100 kilometrar um dagin, sparir hon 25 krónur um vikuna.

Tað er bara at keypa ein pakka minni av lakress um vikuna, so hava tey hasar pengarnar.

Tilsamans er sparingin 160 krónur um mánaðin - í tríggjar mánaðir, ella 480 krónur tilsamans hjá hesum bileigarunum.

– Eg havi ikki brúk fyri hasum pengunum, staðfestir Erhard Joensen.

Men hann heldur, at øll onnur høvdu havt brúk fyri tí, kanska serliga pensjónistar.

Hann vónar at Fíggjarnevndin fer at broyta uppskotið, so at stuðulin verður markaður til tey, ið hava brúk fyri tí.

Eftir hesum uppskotinum fáa tey nógv minni enn tey áttu at fingið - og øll vit onnur fáa ein stuðul, vit ikki áttu at fingið, legði tingmaðurin fyri Sambandsflokkin afturat.

– Hevði eg gjørt uppskotið, hevði eg hugt meiri at pensjónistum og fyritíðarpensjónistum ístaðin fyri eitt uppskot, sum er so visjónsleyst og so  »langt úti av proportiónum« hjá 90 prosentum av bileigarunum, sum Erhard Joensen, tók til.

Men hann væntaði kortini ikki at Fíggjarnevndin fer at lurta eftir honum

– Eingin lurtar eftir mær yvirhøvur, helt hann speiskliga fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

3 tímar síðan

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

14 tímar síðan

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18