Ongi úrslit

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

Vaksinurnar sum vóru tá, eru hildnar at vera mentar, við at brúka fosturkyknur frá fosturtøku

Lisa Domski við advokati sínum Jon Marko
Jóhanna Højgaard
4. apríl kl. 16:18

Ein katólsk kvinna hevur fingið 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi, eftir at hon var koyrd úr sínum starvi fyri at nokta at blíva koppsett fyri Covid. Hettar av átrúnaðarligum orsøkum.

Lisa Domski starvaðist hjá Bláa Krossi í Michigan, USA, sum KT-serfrøðingur. Tað gjørdi hon í samfull 30 ár.

Í oktober 2021 setti BCBSM, sum Blái Krossur eitur har Lisa starvaðist, so í verk ein koppsetingarpolitikk, sum kravdi, at starvsfólk skuldu vera fult koppsett móti COVID-19, ella skuldu søkja um átrúnaðarligan ella medisinska undanførslu.

Domski søkti um átrúnaðarliga undanførslu, við at brúka tær rásir sum felagið hevði sett. Hesar fevndu millum annað um at geva eina skrivliga frágreiðing, har hon greiddi frá síni trúgv og navni og kontaktupplýsingum hjá presti hennara. Starvsplássið noktaði tó at ganga hennara áheitan í møti.

Domski hevði annars søkt um átrúnaðarligt undantaksloyvi grundað á sína fatan av, at Covid-koppsetingarnar sum vóru í umferð tá, allar vóru mentar við at brúka fosturkyknur sum stavaðu frá fosturtøku.

Umframt hetta arbeiddi Domski tá fjarvirkandi, og var tí til ongan váða fyri øðrum starvsfólkum.

Eftir dómin segði Jon Marko, advokaturin, sum umboðaði Domski:

-Lisa noktaði at siga sína trúgv og áskoðan frá sær, og var av órøttum uppsøgd úr einasta starvinum hon nakrantíð hevði kent.

Dómarin hjá dómsnevndini í dag sigur við Bláa Kross, at átrúnaðarligur mismunur ikki hevur nakað pláss í Amerika, og staðfestir rættin hjá hvørjum einstøkum til trúarfrælsi.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

4 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47