Ongi úrslit

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

Áki Bertholdsen
2. mars kl. 08:56

Í gjár var løgreglan á ferð í Eysturoynni og har settu tey eitt reytt klisturmerki á fýra bilar. Tað eru bilar, sum standa parkeraðir á almennum øki - við ongum nummarplátum.

Løgreglan sigur, at sosatt fingu eigararnir 48 tímar at fáa bilarnar burtur, annars verða teir burturbeindir fyri eigarans rokning.

Løgreglan sigur, at hetta gera tey av og á, serliga tá ið bilar hava staðið leingi á kommunalum vegi, ella á almennum parkeringsplássi, ella á øðrum almennum øki.

Tað er dagliga, at fólk ringja um bilar, sum standa parkeraðir á almennum øki við ongum plátum, men oftast verður tað avgreitt við at løgreglan ringir til eigaran um at fáa bilin burtur. Men so eru tað summir eigarar, sum ikki lata við seg koma, og so fáa teir ein reytt klisturmerki á.

Tað hendir seg eisini, at kommunur ringja til løgregluna um bilar, sum standa við ongum plátum og irritera fólk og sum tey tí vilja hava burtur.  

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

19 tímar síðan

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

9. mars kl. 10:16