– Eg eri ræðiulga vónsvikin av, at tveir av tinglimunum fyri Framsókn atkvøða ímóti at projektera Suðuroyartunnilin og at bjóða hann út.
Tað segði Eyðdis Hartmann Niclasen í gjárkvøldið, tá ið Løgtingið viðgjørdi Suðuroyartunnilin.
Framsókn hevur gjørt greitt, at verður pensjónsaldurin ikki hækkaður, verður talan ikki um at fremja málið um Suðuroyartunnilin.
Kanska var tað orsøkin til, at allur Javnaðarflokkurin atkvøddi fyri at hækka pensjónsaldurin, hóast tað var eyðsýnt, at tað var við ringum tannabiti. Tað var eisini týðiligt, at tað stóð á hjá summum at javnaðarfólkunum.
Men tá ið tey síðani skuldi atkvøða fyri Suðuroyartunlinum, vildu tveir av tinglimunum hjá Framsókn, Karlot Heirgeirsson og Bjarni Kárason Petersen, ikki atkvøða fyri Suðuroyartunlinum.
Og tað vakti ans í Løgtinginum, eisini hjá Eyðdis Hartmann Niclasen, tingkvinnu fyri Sambandsflokkin.
Hon sigur, at hendan framferðin hjá Framsókn er skitin og tey hava svikið samgonguna 100 prosent.
– Tey í Javnaðarflokkinum hava hildið, at málini um at hækka pensjónsaldurin og málið um Suðuroyartunnilin, hanga saman, sigur hon.
Men eftir at hava kroyst og trýst allan Javnaðarflokkil til at atkvøða fyri at hækka pensjónsaldurin, loypa tveir tingmenn hjá Framsókn frá og atkvøða ímóti tunlinum.
– Hetta er so svikalig framferð, at eg havi ikki orð fyri tí, sigur Eyðdis Hartmann Christiansen.
Eyðdis Hartmann Niclasen væntar, at veljarar fara at revsa Framsókn fyri hesa gerðina.
Hon væntar ikki at tey í Framsókn eru greið yvir, hvussu nógvir suðuroyingar búgva í Havn og hon heldur eisini, at teir fara at taka Framsókn hetta illa upp.
Eyðdis Hartmann Christiansen sigur, at hetta snýr seg bara um at vita, hvat tað kostar, og tað heldur hon, at Løgtingið skyldar suðuroyingum.
Eisini í Fólkaflokkinum eru tey skelkað av Fólkaflokkinum og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur er spent uppá, hvat veljarin vil hava, um tey vilja hava politikarar, sum halda orð, ella um tey vilja hava politikarar, sum loypa frá eini avtalu í vónini um at fáa nakra bíligar atkvøður, sum hon, so nøkunlunda, málbar seg.