– Tað er ikki Miðflokkurin, sum hevur skyldina av hesi støðuna. Tað er løgmaður, sum hevur alla skyldina.
Tað sigur Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin og formaður floksins.
Spurningurin um fosturtøku er eitt kjarnumál hjá Miðflokkinum og tað hevur tikið teimum fast, at Løgtingið samtykti málið um fría fosturtøku.
Men tað, sum serliga er fallið teimum í Miðflokkinum fyri bróstið, er, at Løgmaður loyvdi Súsonnu Bertholdsen at fara úr Landsstýrinum og lata hana taka sæti á Løgtingi, so at hon kundi atkvøða fyri málinum.
Samstundis varð Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmaður, settur í Landsstýrið at forða fyri at hann fekk atkvøtt í málinum, tí hann er ímóti fríari fosturtøku.
– Hetta var ein svínastrika av løgmanni, bæði ímóti ófødda barninum og ímóti suðuroyingum, sigur Jenis av Rana.
Sjálvur hevur løgmaður avsannað, at hetta var avtalað við hann fyri at fáa lógina um fostutøku samtykt.
Tað sama ger Súsanna Bertholdsen í Dimmalætting, sum kemur út í næstu viku.
Løgmaður hevur greitt frá, at tá ið eitt landsstýrisfólk biðjur um at verða loyst úr starvi, kann hann ikki gera annað enn at taka tað til eftirtektar, tí hann kann ikki tvinga fólk at vera í landsstýrinum.
Og nú tað er minni enn eitt ár eftir av valskeiðnum, heldur løgmaður, at tað var frægast at seta Djóna Nólsøe Joensen aftur í Landsstýrið at umsita eitt málsøki, hann kendi væl, heldur enn at seta eitt nýtt landsstýrisfólk, sum skal brúka tíð upp á seta seg inn í málsøkið.
Hjálpa ikki løgmanni við Suðuroyartunlinum
Jenis av Rana sigur, at avleiðingin av hesum er, at Miðflokkurin hevur mist alt álit á løgmann. Og sum eina avleiðing av tí er alt samtarv við løgmann, og sostatt eisini samgonguna, slitið.
Fyribils hevur tað fingið ta beinleiðis avleiðing, at Miðflokkurin hevur tikið seg burtur úr arbeiðnum at gera eina nýggja, føroyska stjórnarskipan fyri Føroyar, ístaðin fyri ríkisrættarligu støðuna, sum nú er.
Tað er eisini eitt annað mál, har Miðflokkurin og løgmaður hava staðið øksl við øksl, og tað er í málinum um Suðuroyartunnilin.
Men eisini tað samstarvið er slitið, so Miðflokkurin fer ikki at taka undir við ætlanini hjá løgmanni og samgonguni um Suðuroyartunnilin.
– Vit taka framvegi heilhjartað undir við Suðuroyartunlinum, men vit vera ikki tær avgerðandi atkvøðurnar, sum bjarga málinum, sum nú fyriliggur um Suðuroyartunnilin, ger Jenis av Rana púra greitt.
Tað hevur nevniliga størri týdning fyri Miðflokkin, at fáa fosturtøkusamgonguna - sum hann kalla tað - frá, enn tað hevur at fáa Suðuroyartunnilin samtyktan á hesum sinni,
Hann sigur, at fellur uppskotið um Suðuroyartunnilin tí at atkvøðurnar hjá Miðflokkinum mangla í, eru tað ikki teir í Miðflokkinum, sum skulu ábyrgjast fyri tað.
Tað verður løgmaður, sum sum má taka ábyrgdina fyri tí. Og eisini tey mugu taka ábyrgdina, sum atkvøddu fyri fríari fosturtøku, hóast teirra sannføring sigur nakað annað, sum hava skyldina, sigur formaðurin í Miðflokkinum.
Hann er nevniliga sannførdur um at summi, sum atkvøddu fyri fríari fosturtøkum, í roynd og veru eru ímóti fríari fosturtøku. Men tey atkvøddu fyri, tí onnur tingfólk hava lovað at so fara tey aftur fyri at atkvøða fyri suðuroyartunlinum.
– Tey skuldi havt hugsað seg um, áðrenn tey atkvøddu fyri fríari fosturtøku, tí mangla ein ella tvær atkvøður í fyri at Suðuroyartunnilin verður samtyktur, er tað teirra skyld við teirri støðu, tey tóku í málinum um fría fosturtøku, sigur Jenis av Rana.
Hann sigur, at hann hevur tosað við tveir borgarstjórar í Suðuroy um hetta. Hann vil ikki siga hvørjir teir eru, men teir eru báðir samdir við Miðflokkin um, at teir vilja ikki hava ein Suðuroyartunnilin, sum byggir á fría fosturtøku.
– Jenis av Rana vísir aftur, at hetta er tað sama sum at forkoma Suðuroyartunlinum, tí hann skal nokk koma, sigur hann.
Hann sigur, at í seinasta lagi um eitt ár er aftur løgtingsval og aftan á tað verður málið tikið upp aftur í tí nývalda Løgtinginum.
– Miðflokkurin fer ikki at hugsa um nakað samstarv aftur við løgmann og samgonguna, fyrr enn eitt val hevur verið, sum kann reinsa luftina, og vaska talvuna reina aftur, sigur Jenis av Rana.
Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Akseli V. johannesen, løgmanni. Vit sendu honum annars ein fyrispurning í hesum sambandi, men hann vendi ikki aftur.