Ongi úrslit

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

Í Á handlinum við Norðskála, eru fleiri túsund krónur stolnar
Áki Bertholdsen
11. desember 2025 kl. 07:48

Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at melda, at innbrot hevði verið í Á handlinum við Norðskála.

Løgreglan sigur, at innbrotstjóvarnir hava brotið ein rút og eru sloppin inn tann vegin.

Tá ið tey vóru komin inn, funnu tey lykilin til pengaskápið, so tað var lagamanni at fáa tað upp.

Løgreglan veit ikki, hvussu tey fingu fatur á lyklinum, um hann ikki var so væl fjaldur, ella um tey vitstu hvar hann var.

Men tað vóru nógvir pengar í pengaskápinum, ella nógvar túsund krónur, og teimum fóru innbrotstjóvarnir avstað við.

Teir eru tiknir upp á vakmyndatólini í handlinum og tí veit løgreglan, at innbrotsjóvarnir vóru nakrir í tali, men tey vilja ikki siga, hvussu nógvir teir vóru.

Men løgreglan sigur eisini, at tjóvarnir høvdu fyrireikað seg upp á, at har vóru vakmyndatól, tí teir høvdu fjalt kropp og andlit væl við klæðum.

Tí veit løgreglan ikki, hvørjir tjóvarnir eru. Men tey kanna málið, eit nú kanna tey vakmyndatól allastaðni har um vegir fyri at vita um nakað vísir seg har, sum kann avdúka tjóvarnir.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

18. januar kl. 15:46

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41