Ongi úrslit

Birgir Kruse ummælir

Føroyingar blíva kløkkir tá Sophilia tosar føroyskt

Jóhanna Højgaard
26. februar kl. 21:25

Fimti sangur úr Hoydølum í kvøld var hin víðagitni Føroyingar hjá MC Restorff, sum Sophilia hevur tikið til sín. Hon syngur í gospelkóri og tosar um at møta føroyingum, sum blíva kløkkir, tá hon dugir føroyskt, so ikki er neyðugt at tosa enskt við hana.

Hetta er mín samleiki og eg staðfesti hann í hesum sangi, sigur hon um kvøðuljómaslagaran. Hon syngur við feel og soul og leggur egnar listaligar gávur fyri rest omaná sangin, sum verður eitt stórbært super bowl statement, heldur enn ein triviell sjálvfylgja.

Eftir piano pískar og vindur hon upp eina rapp shuffle heilt út í rúmdina, beint úr dagsins Føroyum, og so er ein Jimi Hendrix star-spangled banner sloyfa frá Paula til endans. Hetta er tað besta eg havi hoyrt í langa tíð. Har tað sjálvsagda møtir tí óvæntaða.

- Fimti sangur úr Hoydølum í kvøld var Føroyingar hjá MC Restorff, sum Sophilia hevur tikið til sín. Hon syngur í gospelkóri og tosar um at møta føroyingum, sum blíva kløkkir, tá hon dugir føroyskt.

Hettar er nakað av tí sum Birgir Kruse, millum annað, í kvøld hevur skrivað á bloggin hjá sær, í ummælinum av sendingini Hoydalar.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

Í gjár kl. 14:52

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Tað er brot á mannarættindini

Í gjár kl. 13:47