Ongi úrslit

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

hugleiðing frá valevni til umval – fyrsta í Føroya søgu (um landsstýrið ikki broytir meining)

Sigrid J. Dalsgaard
5 tímar síðan

28 eru deyð

253 eru flutt úr kommununi

260 eru flutt til kommununa

Umleið 60 eru blivin 18 ár

28 eru deyð síðani kommunuvalið 12. novembur 2024, tey kunnu ikki velja 13. januar 2026.

253 eru flutt úr kommununi, men sleppa at velja; taka avgerð fyri eina kommunu, sum tey hava valt frá.

260 eru flutt til kommununa, og sleppa ikki at velja í eini kommunu, sum tey hava valt til.

Umleið 60 ung fólk eru blivin 18 ár – og sleppa ikki at ávirka sítt nærdemokrati.

Í Runavíkar kommunu búgva 4.412 borgarar í oktobur 2025. Hetta eru ikki teir somu 4.397 borgarnir, sum búðu her í novembur 2024.

Umleið 80% av føroyingum eru yvir 18 ár, hetta merkir at umleið 202 fólk sleppa at atkvøða í Runavíkar kommunu og tey búgva ikki her!

268 borgarar, sum búgva her, sleppa ikki at atkvøða.

Tað er ivamál um eina atkvøðu og nú vera allar hinar 2.668 atkvøðurnar ógildaðar.

Er tað demokrati fyri okkum borgarar í Runavíkar kommunu, at fólk, sum ikki búgva her, sleppa at ráða yvir okkum ?

Um hetta hevði verið ein ógylda atkvøða í Kirkjubø, hevði Løgmálaráðharrin (fyrrverandi) torað at kastað Tórshavnar býráð á bláman ? Er støðan tann, at Runavíkar kommuna, við bert einum løgtingslimi – í andstøðu, onga verju hevur fyri landspolitiskum ódugnaskapi ?

Hvussu ber tað til, at tað bert eru tveir býráðslimir, sum mótmæla hesari viðferðini av borgarunum í Runavíkar kommunu. Eru hinir 9 býráðslimirnir nøgdir við, at tað verður umval? Autoritetstrúgv, uttan meining ella meina tey seg ikki sita har av røttum ?

Runavíkar kommuna hevur fækkað um sína tingmanning frá trimum monnum í 2015, til tveir í 2019, til ein einsamallan í 2022. Týðuliga hava vit ikki tiltrúgv til okkum sjálvi og eru nøgd við at onnur ráða fyri okkum. Vælgagnist okkum, nú vit áhaldandi útveita okkara fólkaræði til fólk sum ikki búgva her.

202 fólk, sum ikki eru borgarar í Runavíkar kommunu og ikki borga skatt her, sleppa at avgera, hvussu vit skulu liva. Munnu teirra atkvøður kunna keypast fyri karamellur ella pizza ? Tí demokratii er til sølu, heldur bíliga.

Annars… Vel meg :) eg eri, sum øll hini valevnini, aftur á listanum. Men eg vil verja og berjast fyri Runavíkar kommunu, so vit ikki eru ein tvøga, sum landsins myndugleikar kunnu syfta út í horn, so sum tey gera í hesum og fleiri øðrum málum.

 Sigrid J. Dalsgaard

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

Í gjár kl. 09:38

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

5 tímar síðan

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Nakrir løgtingslimir afturat fingið hóttandi boð tí at teir atkvøddu fyri fríari fosturtøku

7. desember kl. 09:38