Ongi úrslit

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Áki Bertholdsen
12. desember 2025 kl. 09:55

Hjá føroyingum hevur evnið, sum eitur karnitin, ein heilt serligan týdning. Tað er tí, at onga staðni í verðini er títtleikin av sjúkuni, CTD, so høgur sum í Føroyum.

Heilsufrøðilig Starvsstovan sigur, at tey hava kannað ymsar matvørur fyri, hvussu nógv karnetin er í teimum.

– Av teimum matvørum, vit hava kannað, er tað turt kjøt, sum avgjørt hevur mest karnetin, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Karnitin innihaldið er 268,5 mg pr. 100 gramm.

– Tað er sera gott hjá teimum, ið hava, ella eru berarar av CTD, at eta turt kjøt, staðfestir Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

– Tí hóast CTD sjúklingar skulu taka karnitin tilskot, er eisini umráðandi, at eta mat við karnitini í.

– Turt kjøt er sera góð kelda til sink, fosfor og B-12 vitamin. Harumframt inniheldur tað nógv selen, kalium, jarn og aðrar B-vitaminir (riboflavin, niacin, B5 og B6).

Tað er nógv minni væta í turrum kjøti enn í feskum kjøti.

– Tískil verður innihaldið av føðsluevnum hægri fyri hvørji 100 gramm í turrum enn feskum kjøti.

Í seyðabókini hjá Robert Joensen stendur, at lambskrov lætnar á leið eina helvt, frá tí at tað er nýflett, og til tað er turt á kyndilsmessu, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Mest lisið hesa vikuna

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

16 tímar síðan

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25