Í morgun skrivaðu vit, at arbeitt verður við at stovna ein depil í Føroyum fyri muslimar - har fólk, sum ikki eru muslimar, eisini skuldi vera vælkomin.
Endamálið var at virka fyri vilja samtilveru, friði og kærleika í lokalsamfelagnum og vit vilja grunda okkara arbeiði á virði sum opinleika, samhaldsfesti og miskunnarsemi.
Í greinastubbanum nevndi vit eisini fólkini aftan fyri hetta tiltakið.
Men síðani tá hava summir av stigtakarunum verið fyri so ógvusligum ágangi á telefon og á sosialum miðlum frá nógvum fólki. Viðkomandi eru gjørd til láturs og útspilt og kalla svíkjarar.
Tey siga, at ágangurin hevur verið so ógvusligur, at tey eru blivin sálarliga illa fyri. Fyri ikki at gera støðuna verri hjá teimum, hava vit tí gjørt av at strika nøvnini.
Vit harmast um støðuna og samstundis heita vit á fólk um at virða rættin hjá fólki at hava eina meining- og virða meiningina hjá øðrum. Og vit heita eisini á fólk um at tosa og skriva virðiligt um fólk.