Ongi úrslit

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Áki Bertholdsen
12. oktober kl. 09:14

Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá einum ógvusligum ferðsluóhappi í Vestmanna.

Talan var um ein bil, sum stóð á einum parkeringsplássi, men onkusvegna fór hann út av.

Har er rættiliga bratt, so bilurin fór eftir gronini, einar 5-6 metrar niður, har hann endaði í eini stoyptari húsagrund og legðist á takið.

Løgreglan sendi sjúkrabil og sløkkilið á staðið, og tað fór løgreglan eisini.

Førarin var einsamallur í bilinum og hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men løgreglan veit ikki meiri um tað.

Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi, men tað bendir á, at talan var um ein menniskjansligt mistak av onkrum slagi - og tað er einki, sum bendir á, at rúsdrekka var uppi í.

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stúgvandi fult av fólki í býnum í nátt, men tað hevur verið stak friðarigt.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

18 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

23 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03