Tað er eingin orsøk til at gera fráfaringaravtalur við almenn starvsfólk, sum onkusvegna hava borið seg skeivt at í starvinum.
Tað heldur Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Tað eru nógv dømi um, at almennir stjórar, og onnur leiðandi starvsfólk, eru farin úr starvið tí at tey onkusvegna hava gjørt okkurt skeivt.
Men tað hendur seg javnan, at hesir somu stjórar kortini fáa fulla løn í hálv og heil ár, eftir at teir eru farnir úr starvi.
Í Løgtinginum í dag reisti Jacob Vestergaard spurningin um hví tað verður gjørt - um tað er tí at landsstýrið hevur so ringa sak.
– Hevur onkur forbrotið seg í starvinum, er eingin orsøk til at gera fráfaringaravtalur fyri milliónir við tey, tá ið tey fara úr starvi, heldur hann.
Hava fólk gjørt okkurt skeivt, ber til at siga tey upp, men tað er kanska av politiskum ávum, at hesar fráfaringaravtalurnar verða gjørdar, heldur hann fyri.