Í nátt var avbera hált fleiri staðni, og eisini um Velbastaðháls var sum á flundrubaki.
Og har hendi eitt ferðsluóhapp um fimm tíðina í nátt, har tveir bilar stoyttu saman.
Klokkan fimm er beint áðrenn Landsverk fer at salta, so har var ringt at koyra tá ið óhappið hendi.
Løgreglan sigur, at tveir bilar komu hvør sín veg, annar var á veg til Velbastaðar og hin kom av Velbastað.
Men í einum svingi gleið bilurin, sum var á veg til Velbastaðar, yvir í vinstru koyribreyt og snaraði sær á, so bilurin, sum kom av Velbastað, rendi í síðuna á honum.
Tað vóru nógv fólk í bilinum. Løgreglan sigur, at í øðrum bilinum vóru fimm fólk og í hinum vóru fýra fólk - og talan var um yngri fólk.
Sjúkrabilar og løgregla kom á staðið, og tey vóru, øll níggju førd á Landssjúkrahúsið til kanningar, summi í sjúkrabili og løgreglan koyrdi so tey, sum ikki rúmtust í sjúkrabilinum.
Løgreglan veit ikki, hvussu stendur til hjá teimum - men tá ið tey komu á staðið, vóru øll níggju í hvussu so er komin úr bilunum við egnari hjálp.
Bilarnir báðir fingu stóran skaða. Løgreglan sigur, at tey vita ikki, hví óhappið hendi.