VIT STRÍÐAST ÍMÓTI VINDINUM
Í fimtu ella sættu øld komu írskir og skotskir munkar helst til Føroya. Teir leitaðu burtur fyri at vera í isolatión. Fyri at biðja, fasta og meditera. Teir fóru burtur frá fólki, burtur frá vertsligum órógvi, burtur frá freistingum. Teir leitaðu til Føroya at vera nærri Gudi, nærri tí einfalda lívinum. Nøkur hundrað ár seinni komu norskir víkingar við skotskum og írskum kvinnum í ferðalagnum til Føroya. Teir vóru harðir og tvørir. Tær vóru gløggar og raskar. Víkingarnir gjørdu enda á munkunum og yvirtóku Føroyar, og við hesari búseting byrjaði drúgva og trupla leiðin fram ímóti dagsins samfelagi.
Ígjøgnum øldir hava føroyingar stríðst ímóti vindinum ímóti elementunum – vindi, regni, stormi, ódnum – ímóti oddsunum, ímóti sunnari fornuft. Tí Føroyar eru ikki mest upplagda staðið at skapa eitt samfelag. Fjarðskotnar úti í Norðuratlanshavi, smáar, harðbalnar, eirindaleysar. Fólk stríddust fyri at yvirliva – og at liva. Nógv fóru á sjónum, í fjøllunum, á gørðunum, í barsilssengrunum. Hungur og mótburður hótti. Lívið var hart. Men góvu tey upp? Nei. Rýmdu tey? Nei. Treiskaðust tey? Ja. Stríddust tey fyri at fáa eitt betri lív? Ja. Alt bygdi á samstarv og samanhald. Ímillum fólk, í familjunum, í bygdunum, í landinum.
Nógv av tí, sum fólk ígjøgnum øldir hava gjørt og framt her á landi, hevur verið hóast umstøður. Hóast vit vóru smá og fá, hóast vit vóru fjarskotin og einsamøll, hóast vit stríddust við veður og náttúru. Hóast alt megnaðu vit at skapa eitt av heimsins bestu samfeløgum. Trygt, ríkt, samhaldsfast. Grundað á gamla siðaarvin – á náttúruna, havið, hagan, djóralívið. Men ment við framfýsni, hugskotum, tøkni og vitan.
Vit eru treisk og áhaldandi. Vit geva ikki upp. Vit stríðast ímóti vindinum, vit avrika ímóti oddsunum. Vit vita, at tað kann bera til. Vit vita, at tað má bera til. Tað snýr seg um eksistensin, um lívið, um familjuna, um fólkið og landið. Viljin at yvirliva og liva hóast truplar umstøður og mótburð liggur í okkara ílegum, í okkara mentan, í okkara arvi. Lurta bara eftir kvæðunum, vísunum, søgunum og tónleikinum. Vit hava tað í blóðinum, í heilanum, í hjartanum. Vit vilja, vit kunnu, vit skulu. Vit mugu.
Onkuntíð verður sagt um okkum føroyingar, at vit skulu vera realistisk um okkara stødd og okkara møguleikar. Vit eru so fá og smá, og vit eru so avmarkað. Men hugsaðu vit sjálvi soleiðis, høvdu vit als ikki havt okkara sterka samfelag her úti í Atlantshavninum. So høvdu vit ikki mál, mentan og land okkara. So avrikaðu vit ikki á tí stigi, sum vit gera innan eitt nú vinnu, útbúgving, mentan, tónleik, list og ítrótt. Vóru vit, sum vit kanska áttu at vera, tóku vit ikki dystin upp við heimselituna í ítrótti. Men vit eru ikki, sum vit eiga at vera. Vit eru føroyingar. Bard av vindinum. Bukað av ódnunum. Bloytt av regninum. Vit bakka ikki fyri stórum avbjóðingum ella mótgongd. Og vit kunnu so nógv meira, enn onnur – og kanska onkuntíð vit sjálvi – halda. Vit vilja. Vit kunnu. Vit skulu. Vit mugu!
Okkara visión við fótbóltslandsliðnum er og hevur verið at finna inn til tann innasta kjarnin í føroyinginum. Fara aftur til røturnar, aftur til tað, sum definerar okkum sum fólk og tjóð. Treisknið, viljin, stríðið, vónin, samanhaldið.
Vit skulu hava samsvar ímillum tað, sum vit eru, og tað, sum vit gera. Og hvussu gera vit so á fótbóltsvøllinum, tá ið vit gera tað, sum vit eru?
Jú, fyrst og fremst eru vit saman um alt. Vit vinna og tapa saman, vit spæla og stríðast saman. Vit geva alt, hvørjaferð, allatíðina, allastaðni. Vit verja við øllum, sum vit hava. Við kroppi, heila og hjarta. Líkamikið, hvussu tað gongur.
Vit leypa á, tá ið vit hava møguleikan. Smekka til. Við orku og ferð og dirvi. Beint eftir veika punktinum hjá mótstøðuliðnum. Beint eftir hjartanum, eftir málinum.
Vit stríðast og treiskast allan vegin. Frá byrjan til enda. Í hvørjum einasta dysti. Hóast umstøður.
Eyðkennið fyri okkara aldargamla føroyska dans er, at vit taka tvey fet fram, eitt fet aftur; tvey fet fram, eitt fet aftur. Vit vita, at soleiðis kann lívið eisini vera. Tá ið tað gongur væl, og vindurin er undan, royna vit at røkka so langt sum yvirhøvur gjørligt. Tá ið tað gongur ímóti, og vit uppliva vónbrot, vita vit, at vit kunnu venda gongdini og fáa framburð aftur.
Vit tapa í dag, men vinna í morgin. Vit verja í dag, men leypa á í morgin. Í vindi og regni. Og tá ið mótstøðumenninir missa mótið eitt illveðurskvøld í Havn, ressast við sum ongantíð og avrika tað besta nakrantíð – og vinna 4-0.
Ímóti vindinum, ímóti regninum, ímóti oddsunum!