Ongi úrslit

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

Áki Bertholdsen
21 tímar síðan

Løgreglan sigur, at hetta vikuskiftið hava tey tvey dømi um, at ungdómar hava tveitt egg á bilar, sum er komnir koyrandi framvið.

Hetta er í miðbýnum í Klaksvík. Løgreglan sigur, at í tí fyrra førinum fekk bilurin skaða, men í tí seinna førinum rakti eggið í síðurútin og gjørdi ongan skaða.

Annar tiburðurin var síðstu nátt og hin var í gjárkvøldið.

Tey vita ikki, hvør tað er, sum hevur gjørt tað, men í báðum førum hevur bilførarin greitt frá, at ein bólkur av ungfólkum stóð beint við.

Løgreglan heitir staðiliga á fólk um at halda upp at vit hesum, tí tað er vandamikið spæl. Eitt er, at bilarnir kunnu fáa skaða, men tað kann eisini loypa hvøkk á bilføraran, so at eitt óhapp hendir.

Løgreglan kannar málini, og onkuntíð áður, tá ið slíkt er hent, hevur løgreglan funnið fram til tey, sum hava gjørt tað við at spyrja í handlum, um ungdómar hava verið har og keypt egg.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

23 tímar síðan

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

15 tímar síðan