Ongi úrslit

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

Sigrid J. Dalsgaard, forkvinna í Eysturoyar Tjóðveldisfelag
5 tímar síðan

Eg havi fingið ágóða av politikkinum hjá Fólkaflokkinum, tí eg havi passaliga høga løn og eigi ogn. Men nú er hetta samfelagið ikki bert til mín…

Flatskattur

Hetta einfalda orðið var lætt at marknaðarføra, tá Fólkaflokkurin kom við tí í 2011. Tað ljóðar gott og greitt. Tað ljóðar mestsum kommunistiskt, tí tað er líka fyri øll. Men vit eru ikki øll líka, tí vit fáa ikki somu løn.

Tá vinkona mín og eg ganga túr eftir flatskatta-kajini í Havn, kunnu vit umrøða hvussu ójavnt flatskatturin rakti. Eg var omanfyri miðalløn og fekk meir útgoldið. Hon tjenti minni enn eg, og fekk nú enn minni útgoldið. Eitt av endamálunum við flatskattinum var, at fáa fólk at arbeiða fleiri tímar, men tá mann hevur smá børn, er tíðin tað dýrabarasta. Oftast er tað kvinnan, sum arbeiðir niðursetta tíð, fyri at lætta um gerandisdag við smáum børnum.

 Hægri løn – lutfalsliga hægri skatt

Reini flatskatturin hevði stutt lív, og við broytingunum, sum Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn settu í verk í hesi samgonguni, minkaði lønarmunurin millum vinkonuna og meg týðiliga. Hon fær nú lutfalsliga meir útgoldið, og eg lutfalsliga minni. Tað er gott fyri okkum báðar, tí vit hava báðar brúk fyri at gjalda egnan bústað og fyri tænastunum, sum skatturin fer til.

Hevur tú lúrt í vakurt innpakkaðu gávuna?

Í einum gávuregni av vallyftum, lova summi meir enn onnur. Vallyftini eru pakkaði inn sum tær vakrastu gávurnar, glitra og glansa. Lúr í pakkan, einki er ókeypis. Er greitt, hvør skal gjalda fyri gávuna? Vit vilja øll hava góðar tænastur frá samfelagnum og tey (tær), sum veita hesar tænastur, vilja eisini fáa ágóðan av hesum samfelagnum.

Kvinnurnar, sum ikki fluttu heim til Føroyar

Tøl frá Hagstovuni vísa, at 1.700 útisetar, sum hava útbúgving innan heilsu og umsorgan, eru ikki flutt aftur til Føroyar. Vit mangla júst hesar útisetarnar vegna teirra útbúgving og tí teirra rødd manglar í okkara samfelagið.

 Samhaldsfast samfelag

At okkara fólkasamanseting er skeiklað so nógv, ávirkar okkum í øllum viðurskiftum frá bústaðarpolitik, skatt, løn, barnsburðartøl og ikki minst, hvørji vit eru og okkara virðir.

Hygg í pakkan, áðrenn tú velur. Tað avgerð um tú fær eitt samfelag fyri tey ríku útvaldu ella eitt samhaldsfast samfelag, sum er fyri okkum øll.

Sigrid J. Dalsgaard,

forkvinna í Eysturoyar Tjóðveldisfelag

 

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

Í gjár kl. 18:42

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25