Ongi úrslit

Ársins Brita 2026

Brita- def.: Ein sterk og framsøkin kvinna, sum er djørv, stendur við sítt, og við síni virðir, til frama fyri onnur.

Tíðindaskriv
8. mars kl. 19:39

Tá eldhugur og virkishugur sameinast, hendir nakað serligt. Hendan samanrenningin býr í teimum, sum duga at ganga á odda og samtíðis hava megina til at styrkja ein felagsanda millum onnur. 

At Ársins Brita hevur henda sjáldsama eginleikan sitandi djúpt í sínum vevnaði, munnu fá ivast í. 


Hon er ótroyttilig í sínum stríði fyri einum rættvísari samfelag, sum hon fremur á fleiri frontum í senn.

Hon er ósjálvsøkin limur í grasrótarørslum, men tó tekur hon í egnan barm, tá á stendur. Hon er ein, sum onnur kunnu dúva upp á, tá mótstøðan gerst ljót og hørð. 

Ársins Brita er aktivistur um ein háls. Og hon trívist á hermótinum.


Hon hevur gjørt tað til sína tilverurætt at bjóða avoldaðum normum av, sum eru til hindurs fyri, at vit øll sleppa at liva okkara lív til fulnar, sama hvønn uppruna ella hvørja helling vit hava.

Hon brýtur tøgnina, sum dylur fyri tí strukturella ójavnanum í samfelagnum sum eitt tungt teppi. Ósvitaliga málið er at skapa eitt rúmlig, fjølbroytt og fevnandi samfelag fyri okkum øll. 

Við sínum dirvi, treiskni og framføri hevur hon ótroyttiliga myndað stríðið vegna ymsar felagsskapir, sum tala fyri størri sosialum rættvísi.

Í 2025 fekk hon heiðursløn fyri sítt stóra arbeiði við LGBT+ persónum sum sálarfrøðingur. Seinastu árini hevur hon røkt týðandi uppgávur á Landssjúkrahúsinum bæði sum útbúgvin sálarfrøðingur og kliniskur sexologur, millum annað í neyðtøkumóttøkuni. Harumframt hevur hon ognað upplýsandi og fyribyrgjandi arbeiði sum fakpersónur, útvarpsvertur, kjakari og, ja, aktivistur, mikla orku.   

Sum umboð fyri felagsskapir sum Damudomi, Kyn, LGBT+ og Frítt Val hevur hon áhaldandi framt endamál felasskapanna bæði sakliga, virðiliga og við støði í sínum egnu fakliga grundarlagi sum sálarfrøðingur og sexologur.  


Farna árið hevur Ársins Brita verið eitt av andlitunum, ið hevur myndað grasrótarørsluna Frítt Val, sum seinasta áratíggju hevur stríðst fyri at tryggja kvinnum rættin til egnan kropp og framtíð. Ósjálvsøkin og samhaldsføst gekk hon á odda, tá aldarinnar kvinnukampur umsíður bar á mál, og Føroya løgting samtykti eina progressiva fosturtøkulóg, ið tryggjar kvinnuni sjálvsavgerðarrætt. 


Bæði sum privatpersónur og sum fakpersónir er Ársins Brita ein modernað stríðskvinna og fyrimynd, ið fremur síni stríðsmál í verki til frama fyri okkum øll. Ein sonn Brita. Ársins Brita er Bjørt Lind.

Vegna dómsnevndina


Brandur Mortensen Nolsøe,  Javnstøðunevndin

Tóra Effersøe Mortensen, Kvinna

Rønn Eliasen, Fuglafjarðar kommuna


Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

4 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47