Í fjør kappaðist hon ímóti Dansktopp-drotningini Birthe Kjær í fleiri vikur. Tá mundi hon tikið 1. plássið.
Nú hevur hon so klárað tað! Eitt av teimun altíð vælklingadi løgunum hjá Herborg Torkilsdóttir, er nevniliga komið heilt uppá 1. plássið á Dansktoppen hjá P5.
Ikke min skyld, eitur hettar festliga lagið, og er tað skrivað av Herborg sjálvari, umframt av Søren Skov og Rasmus Hedeboe.
Birthe Kjær hevur sligið seg saman við ógvuliga vælumtókta og kenda Tobias Rahim. Tað hjálpti henni tó ikki, tí Herborg fór beint til tops, og Kjær endaði á einum 4. plássi.
Nú hava vit øll møguleikan at gera okkara fyri at halda Herborg á 1. plássinum. Tað gera vit við at atkvøða komandi leygardag, millum kl. 12.00 og 17.00.
