Ongi úrslit

Herborg er enn í "toppen af poppen"

Skriva tekstin "Dktop2" á eitt sms og send tað til nummar 1212.

Jóhanna Højgaard
16. august kl. 12:12

Nú byrjar Dansktoppen aftur eftir summarferiuna, og vit hava aftur møguleikan at fá Herborg heilt til tops á listanum við tí vælumtøkta lagnum Misforstå mig ej.

Áðrenn sendingin fór í summarfrí, hevði Herborg megnað at ligið nr. tvey í heilar fimm vikur í rað, út av teimun 15 vikunum ein kan verða við tilsamans.

Tað er eitt stórt avrik í sær sjálvum, tí frammanfyri henni, á 1. plássinum, lá eingin mætari enn Birthe Kjær, og á 3. plássinum var Kandis, sum í dag endaði á 4. plássinum.

Hon er sostatt í selskapi við nøkrum av teimun allarbestu óg kendastu innan dansktoppheimin.

Herborg var eisini boðin við á árliga Dansktopfestivalen í Skanderborg fyrr í ár, har hon var við sum ein av fleiri undir heitinum "Den nye stjernehimmel" Tá fekk hon høvi at møta Birthe Kjær.

Næsta ár er hon, sum tann einasta av teimum, boðin við aftur.

-Tá verður tað sum eitt navn á plakatini. Tað er stuttligt, sigur Herborg

Plakatin hjá Danstopfestivalen 2026

So nú verður ógvuliga spennandi at vita um vit í dag kunnu fáa føroysku dugnaligu songkvinnuna á 1. plássið.

Herborg og Hallur Joensen eru teir einastu føroyingarnir, sum hava klárað at koma á 1. plássið á Dansktoppen.

Hallur var nr. eitt í 2016 við lagnum SOS fra mig, sum er umsett úr føroyskum til danskt av Jacob Haugaard.

Herborg var nr. eitt við lagnum Jeg er fløjet Í 2024.

Vit umrøddu hettar 23.februar í fjør.

Inntil kl. 17.00 kann atkvøðast fyri Misforstå mig ej við at skriva tekstin "Dktop2" á eitt sms og senda tað til nummar 1212.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53