Ongi úrslit

Størsti dansktoppfestivalurin í Danmark!

Herborg hevur tikið av tilboðinum, at deila pall við kendum røddum.

Jóhanna Højgaard
27. apríl kl. 22:26

Ein av mongu fjøllistafólkunum á okkara klettum, Herborg Torkilsdóttir, verður at síggja á “DansktopFestivalen” í Svendborg 6. juni! Her er hon boðin við, og fer at deila pallin við fleiri kendum tónleikarum. Kandis og Birthe Kjær, fyri bara at nevna nøkur fá av hesum.

Herborg traðkar á pall undir “Den nye stjernehimmel” Hettar er ein bólkur av “up- and- coming” songstjørnum innan dansktoppin.

- Dansktoppur fyri meg, eru nøvn sum John Mogensen, Birthe Kjær, Tommy Seebach, Bamses Venner, Keld og Hilda, Søren og Kirsten…- tey sum vóru við frá byrjan og tey sum settu standardin, sigur Herborg

- Sjálvt um ”Dansktoppen” í dag sær annarleiðis út, so er tað stuttligt fyri meg, at sleppa at standa á  sama palli sum Birthe Kjær, Kandis, Keld og Hilda, Rasmus Bjerg, Tørfisk o.s.v.

- Eg hugsi, at fleiri nokk vilja vera við, at «Dansktoppen» ikki er nakað man burdi reypa av, heldur Herborg fram.

- At tað er eitt sindur ommutt og kiksað, men tað bilar ikki petti- eg eri ein omma og eg elski at standa á palli, so tað er heilt perfekt fyri meg! - Tónleikurin gevur mær støðugt fantastiskar, ógloymandi upplivingar herheima í Føroyum- og nú eisini í Danmark. Tað er also deiligt og eg eri sera takksom!” 

Spurd um hon kanska skuldi nútímansgera dansktopp-løgini fyri at fáa fleiri at dáma hesa sjangrina, svaraði hon við sínum jaliga tóna:

- Heilt erligt- tað bilar mær onki! Man brúkar for nógva tíð uppá, at fáa onnur at dáma ein, og fakta er, at vit øll eru og eiga at vera ymisk. Eg havi verðins trúgvasta og fittasta lurtaraskarða og tey flestu eru 50+ og tað er perfekt fyri meg.

Í sambandi við at hon skal spæla á festivalinum, hevur Herborg givið út enn eitt vælsmíðað danskt staklag, sum til ber at hoyra her Misforstå mig ej

Herborg greiður eisini frá hvussu tað kom í lag, at hon var boðin við á størsti dansktopfestival í Danmark. 

Fólkini handan festivalin spurdu sínar fylgjarar á Facebook, hvørjir tónleikarar tey høvdu ynskt at hoyra í ár. Har var so, millum onnur, ein fyrrverandi dansktop-journalistur á DR sum viðmælti hana.

So alt bendur á, at hon longu hevur gjørt vart við seg, og hevur samlað sær ein fjepparabólk í Danmark.

Apropos Keld og Hilda, so boðar festivalurin frá á teirra Facebookvanga, at kenda parið við eftirnavninum Heick, í ár vera við fyri fyri seinastu ferð. Parið, sum flest allir føroyingar, í øllum førum í aldrinum 50+ kenna, ætla sær at fara á væl uppiborna pensjón.

So um man vil sleppa á dansktoppfestival í summar og fáa eina uppliving. Dansur og frálíkur stemningur, saman við Herborg og hennara melodiøsu tónum. So kann tú lesa meira um tað her Dansktopfestivalen

Herborg er sera virkin og uppfinnsom. Hon er í løtuni í ferð við at skipa fyri einum áhugaverdum tiltaki í Salt. "Tógv og tónar" Høvuðsevnið verður "Brúka tínar restir"

Meira um hettar seinni.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53