Ongi úrslit

Herborg Torkilsdóttir nummar eitt á Dansktoppen listanum

Dansktoppen hjá DR er ein listi, sum er bygdur á atkvøður frá lurtarum

Fríðmundur Nattestad
23. februar 2024 kl. 12:00

Í nakrar vikur hevur Herborg Torkilsdóttir ligið á Dansktoppen listanum hjá Danmarks Radio, við lagnum, "Jeg er fløjet". Dansktoppen er ein listi, sum er bygdur á atkvøður frá lurtarum.

Herborg hevur áður greitt frá í samrøðu við Dimmalætting, at lagið, "Jeg er fløjet", er ein týðing av føroyska lagnum, "Náttin var okay".

Nú hevur lagið hjá Herborg so tikið seg heilt fram á fremsta plássið á Dansktoppen listanum. Hetta gjørdist greitt í sendingini, sum var seinasta leygardag.

Dansktoppen sendingin er á skránni hvønn leygardag, og lurtarar hava møguleika fyri at atkvøða í nakrar tímar aftaná sendingina. Til ber eisini at atkvøða úr Føroyum. Sendingin kann hoyrast her.

Lagið hjá Herborg, "Jeg er fløjet", kann hoyrast her.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10