Nú stundar til 21 mars; dagurin, ið er ásettur at vera altjóða down syndromdagur. Hetta fellur væl við valstríðið í Føroyum, og eg havi tí fylgt væl við, hvat verður skrivað um hetta evnið í valstríðnum. Eg havi roynt at funnið valevni, ið vilja hesum samfelagsbólki væl, og hvat teir ymisku flokkarnir standa fyri og meina hesum viðvíkjandi. Onkur hevur enntá havt á orði, at vit mangla eina javnstøðulóg, sum tryggjar tey við tarni, og tey við skerdum førleika; og tað er gleðiligt!
Í morgun kom eitt valevni hjá sambandsflokkinum við einum uppskoti, ið fall mær fyri bróstið. Eitt uppskot, ið elvir til førismismun (ableism); nevniliga Nakkefoldsskanning. Tað ber við sær, at fostrið verður kannað fyri kromosomfrávik sum t.d. down syndrom. Kanningin hevur til endamáls at finna hesi frávik; foreldur skulu tá taka støðu til, um tey ynskja eitt barn við kromosomfráviki ella ikki. Úrslitið síggja vit í Danmark; 98% av fostrum við down syndromi vera vald frá.
Hóast hetta valevnið fyri sambandflokkin roynir at leggja nakkefoldskanningar fram sum frambrot fyri fólkaheilsuna, vil eg venda hesum á høvdi eina løtu; spurningurin er ikki um heilsu í hesum førinum, spurningurin er um hvønn vit ynskja í samfelagnum.
Kjakið snýr seg ikki bert um heilsufremjandi tiltøk, og avgjørt ikki um javnrættindi, tí tey, ið hava tarn, hava onga javnstøðulóg, also ongi lógartryggjaði javnrættindi.
Førismismunur sum hugtak verður lýst soleiðis: “Fordómar, skipað kúging og mismunur móti fólki við tarni, grundað á fatanina um, at fólk uttan brek við typiskum førleikum eru meira verd.”
1. Sorteringssamfelagið
Innføring av fosturdiagnostikki er byrjanin upp á sorteringssamfelagið, har vit við førismismuni fara at kanna, hvørji menniskju eru ein byrða, og hvørji eru ein ágóði. Tá vit aktivt leita eftir variatiónum, ið víkja frá tí “normala” ella tí typiska.
Tá sigur landið óbeinleiðis: Vit ynskja teg ikki her.
2. Føroysk loysn ella avrit av Danmark?
Føroyar sum samfelag eru á nógvar hættir heilt øðrvísi enn Danmark, og tíðin er farin frá at kopiera, hvat hini londini gera uttan íhald.
Eg loyvi mær eisini at seta spurning við, um tað er rætt at innføra skipanir frá einum landi, ið hevur fingið so kraftigar átalur frá ST um sítt handicapøki, tá vit heldur skuldu roynt at bøtt um okkara samfelag fyrst.
3. Niðurgerðing av teimum, ið liva við tarni í dag
Tað kan valla kallast virðiligt, at vit einumegin brúka stórar ressursir upp á at fyribyrgja og gera samfelagið einstáttaðari, og hinumegin siga at vit ynskja einar inkluderandi og rúmligar Føroyar. Hetta sendir eitt signal, sum sigur at nøkur fólk eru ein feilur.
Einar rúmligar Føroyar
Uppundir val tann 21. mars verður sum nevnt altjóða down syndrom dagur. Við vón um einar Føroyar, ið rúma øllum, fara eg at nýta høvi at varpa ljós á, at hesi eisini hoyra til sum ein sjálvsagdur partur av samfelagnum. Vónandi birtir hetta enn meira uppundir kjak at tryggja okkum øllum eina javnstøðulóg, soleiðis at Føroyar eru fyri allar føroyingar!
Hilmar E. Gudmundsen