Tá ið Fólkaflokkurin í Eysturoy í kvøld hevði uppstillingarfund í Hólmahúsinum á Eiði, vóru fimm fólk stillað upp til løgtingsvalið. Trý teirra hava ikki áður verið á listanum hjá Fólkaflokkinum.
Ein av teimum nýggju er gamal kenningur í politikki. Bill Justinussen var frá 2004 og fram til 2022 tingmaður fyri Miðflokkin. Hann fall á valinum í 2022, og síðani hevur hann skift flokk og er farin úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin. Á valinum í 2022 fekk Bill Justinussen 382 persónligar atkvøður.
Rósa Tyril Gaardlykke er eisini nýggj á fólkaflokslistanum, og eisini hon var á valinum í 2022 á listanum hjá Miðflokkinum. Tá fekk hon 93 persónligar atkvøður, og hin hevur verið í tinginum, tá ið Jenis av Rana ella Steffan Klein Poulsen er borist frá at møta. Rósa Tyril Gaardlykke var nummar fýra á listanum hjá Miðflokkinum, og hon varð fyrsta eykafólk, tá ið Bill Justinussen hevði skift yvir í Fólkaflokkin og tí ikki vildi møta fyri Miðflokkin. Nú eru tey bæði aftur floksfelagar – í Fólkaflokkinum.
Triðja nýggja valevnið hjá fólkafloksfelagnum í Eysturoy er Steffan A. Løkin. 25 ára gamli Steffan býr í Saltangará, og hann man vera mest kendur sum fótbóltsspælari.
Tveir gamlir kenningar eru á listanum fyri fólkafloksfelagið í Eysturoy. Annar er Bárður á Lakjuni, sum fyrstu ferð varð valdur í tingið í 2022, tá ið hann fekk 498 persónligar atkvøður. Tað var bara Beinir Johannesen (1688), sum fekk fleiri atkvøður enn Bárður.
Uni Rasmussen var tingmaður frá 2019 og fram til 2022, tá ið hann fekk 208 persónligar atkvøður og endaði á 12. plássi hjá Fólkaflokkinum.