Ikki vardi tað okkum, tá kæri Helgi bróður okkara so brádliga fór foldum frá og var fyrstur av okkum systkjum, ið boð vóru eftir.
Helgi náddi at blíva 70 ára gamal og var enn ein raskur og ferðugur maður í okkara verð, men sum orðatakið sigur ” Tú eigur ikki dagin í morgin”.
Hetta máttu vit ásanna, nú hann so brádliga fór í annan heim. Hann var yngstur av 4 systkjum, sum nærum eru javngomul og syrgja vit teg sáran, nú vit hava mist okkara kæra bróður og góða vin.
Hvør minnist ikki sólarmyrkingina 20. mars 2015, ið eisini var dagurin, tá ið Helgi fylti 60 ár.
Tað var ein serlig løta í Rituvík hendan morgunin. Ein vøkur glæma lýsti upp mitt í myrkrinum, sum ein signing frá himlinum til Helga á sínum 60 ára degi! Eitt gottt minni, vit altíð fara at goyma í okkara hjørtum!
Helgi var giftur við Gunn úr Fuglafirði og saman eiga tey tríggjar synir, Ronny, Ken og Jov.
Hann var ein sera familjukærur og hjartagóður maður, pápi, verfaðir, abbi og júst vorðin langabbi, og er tað serliga tungt hjá tykkum øllum, nú hann ikki er millum tykkum longur.
Tað var bert gott ár millum okkum systkin, og vit vuksu upp í Rituvík saman við foreldrunum, sum arbeiddu fyri føroysku sjómansmissiónina.
Pápi okkara, Johan Olsen, sjómanstrúboði og mamma okkara, Amy Olsen, vóru gjøgnum mong ár 3-4 mánaðir um várarnar á gomlu sjómansstovuni í Reykjavík, sum seinni bleiv til Hotell Ørkin.
Vit vóru sum oftast við og gingu í skúla har, umframt okkurt skifti á danska sjómansheiminum í Grimsby.
Tað var ikki altíð møguleiki hjá øllum børnunum at verða við í senn, so onkur mátti verða eftir hjá familju og góðum vinfólki í Rituvík og nærumhvørvinum.
Vit hava nógv góð minni frá hesi tíðini. Vit lærdu onnur mál og fingu góðar vinir í Íslandi, hóast tað kundi verða onkrar avbjóðingar uppímillum. Vit lærdu at halda væl saman og vóru tætt knýtt og høvdu eitt serligt band okkara millum.
Tá ið vit vuksu til, fóru vit systkin í ymsar ættir, men Helgi búsettist í Rituvík og við góðari hjálp frá pápanum, bygdi hann síni egnu hús, sum hann og Gunn hava búleikast í øll árini.
Helgi var altíð í gongd við okkurt og gjørdi eisini eina íbúð í kjallaranum, har synir og abbasynir hava búð í í skiftum, meðan teir hava bygt síni egnu hús.
Tað eru nógv góð minni eftir Helga beiggja, ikki minst hansara jaliga og familjukæra lyndi, sum vit sóðu í tí dagliga. Hann var altíð við tíð góða orðinum og klárur við eini hjálpandi hond, og hóast hann hevði nógv jørn í eldinum, gav hann sær tíð at hitta síní systkin.
Vit fara at sakna góðu jaligu løturnar saman við tær, har tú ”líka kom inn á gólvið” til eitt gott prát og ein drekkamunn.
Bygdafólkið í Rituvík og í nærumhvørvinum hava eisini mist ein góðan, trúgvan og virknan vin í Helga, sum eisini sást á tí stóra skaranum, ið fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Nemandi og rámandi talan, sum prestur helt til jarðarferðina hjá Helga, var sera væl borðin fram um allar hansara ymisku dygdir og ein fevnandi persón, soleiðis sum vit kendu hann!
Umframt at vera virkin í bygdalívinum og missiónshúsinum var Helgi í nógv ár formaður í kirkjuráðnum, sang við manskórinum í Rituvík, var í sløkkiliðnum, í Eysturoyar-mc (motorsúkklufelag). Hann var virkin íðkari í ymiskum ítróttagreinum og hevði mong álitistørv í øllum, hann tókst við í lívinum.
Ikki minst bóru føgru minningarorðini frá NSÍ, boð um hansara stóra áhuga í felagnum, har hann eisini var sera virkin.
Umframt alt hetta umvældi Helgi og abbasoninum Markus, gamla neysti í fjørðuni, har menn, 60 pluss úr Rituvik, hittust leygarmorgnar til morgunmat, hugnaliga samveru og prát.
Góða Gunn, Ronny, Ken og Jov við familjum, má Harrin styrkja og troysta tykkum øll í stóru sorgini um tykkara elskaða mann, pápa, verfaðir, abba og langabba
Æra verður minni um okkara kæra bróður Helga Olsen.
f. 20.03.1955 d. 23.09. 2025
Systkini, Erland, Oda og Elkin við familjum.