Ongi úrslit

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

Áki Bertholdsen
14. november kl. 07:59

Fyrrapartin í gjár steðgaði løgreglan einum bili í Havn. Bilførarin varð meldaður, tí fólk høvdu sæð hann drekka, áðrenn hann fór í bilin.

Og tað vísti seg eisini, at tá ið bilførarin var kannaður, vísti tað seg, at hann var ávirkaður.

Men tað var bara byrjanin.

Løgreglan sigur, at talan var um ein arbeiðsbil og vísti seg, at bilførarin var útlendingur úr einum ES landi.

Tað vóru fýra aðrir útlendingar í bilinum, sum allir vórui komnir higar til arbeiðis, og teir arbeiddi hjá sama felag.  

Og tá ið viðurskiftini vórðu kannað, vísti tað seg, at eingin av teimum høvdu arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Løgreglan kannaði síðani fyritøkuna funnu tey ein mann afturat, sum heldur ikki hevði arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Løgreglan sigur, at sostatt hevði fyritøkan seks mans í arbeiði, men eingin av teimum hevði arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Av tí sama var arbeiðsplásið stongt og menninir sendir til hús.

Løgreglan sigur, at tey duga ikki at finna eina føroyska fyritøku, sum hevur ábyrgdina av monnunum. Menninir vistu heldur ikki at siga, hvør var stjóri hjá teimum. Men teir høvdu ein umboðsmann í Føroyum og nú verða viðurskiftini hjá honum eisini kannað.

Løgreglan sigur kortini, at lítið og einki samband hevur verið ímillum umboðsmannin og arbeiðsmenninar. Men útlendsku arbeiðsmenninir verða sendir av landinum aftur.     

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14