Ongi úrslit

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

Áki Bertholdsen
9. november kl. 10:01

Í gjáramorgunin fóru nólsoyingar at skjóta haru, men tað gekk ikki sum ætlað.

Nólsoyingar fóru við báti suður á oynna, har teir so skuldu setast í land. Og ætlanin var so at ganga heim aftur ímóti bygdini og at skjóta harur á vegnum.

Men eina løtu eftir  at teir vórðu settir á land, føldi tann eini maðurin seg ikki væl og ætlaði sær í aftur bátin heldur enn at ganga ímóti bygdini.

Løgreglan sigur, at tey vita ikki, akkurát hvat hendi, men endin var, at maðurin datt einar 4-5 metrar niður á helluna, har báturin legði at.

Hann var ikki við vit og tí varð ringt eftir sjúkrahjálp. Løgeglan sigur, at tyrlan kom eftir honum og førdi hann á Landssjúkrahúsið. Tá hevði hann fingið vitið aftur, men hann varð innlagdur til kanningar.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14