Ongi úrslit

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

Ibañez Delight er nýggj matstova við Gøtugjógv

Jóhanna Højgaard
11 tímar síðan

Ibañez Delight eitur nýggja matstovan, sum lat upp tann 1. november við Gøtugjógv. Hølini eru tey somu sum tey, ið Brimborg var í – við góða útsýninum út á sjógv.

Tað er Sheena Mae S. Mørkøre, sum eigur og rekur matstovuna, og hevur hon sjálvtøkuborð við ymiskum filipinskum rættum, sum bæði vaksnum og børnum dáma.

Á upplatingardegnum mátti matstovan lata aftur áðrenn tíð – tí eingin matur var eftir. Tað kann ikki annað enn kallast ein 'succes'.

Sheena stongdi síðan matstovuna í tveir dagar, so at hon kundi keypa nóg mikið av matvørum og fáa fleiri starvsfólk at hjálpa sær.

Eystur kommuna skrivar a heimasíðuni:

– Fyri Sheenu hevur tað verið ein dreymur í mong ár at latið upp sína egnu matstovu, og nú varð dreymurin til veruleika.

Hon leggur dent á, at staðsetingin er sera góð, tí Gøtugjógv liggur mitt fyri, og nógv ferðsla ferð framvið hvønn dag. Eisini eru hølis- og parkeringsviðurskiftini sera góð.

Ibañez Delight er opið hvønn dag frá kl. 11.30 til 20.00.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34