Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna av Signabø, tí tey vóru stúrin um ein mann, sum var farin at skjóta haru - men sum ikki var afturkomin.
Maðurin var kendur har um vegir. Løgreglan setti alt í verk, so farið varð at leitað bæði við fólki, tyrlu, bjargingarbáti fram við landi og staðkendum fólki.
Løgreglan sigur, at tað var kalt, so líkindini vóru vánalig. Og mitt í nátt, beint fyri klokkan 03.30, funnu hundarnir mannin í haganum, lívleysan.
Tyrlan flutti mannin á Landssjúkrahúsið, men tá varð staðfest, at hann var deyður.
Løgreglan veit ikki, hvat er hent, men tað verður nú kannað. Tey avvarðandi eru kunnu. Løgreglan sigur, at tað kom sera væl við hjá teimum, at staðkend fólk vóru við, ti tað var myrkt og ikki so lætt hjá ókendum fólki.