Eitt grindadráp í Hvannasundi hevur nú fingið eitt eftirspæl.
Undir grindadrápinu vóru umboð fyri onkran umhvørvisfelagsskap til staðar og aftan á meldaðu tey sýslumannin fyri at bróta djóraverndarlógina.
Og nú hevur løgreglan givið teimum uppskot um bót.
Tey í løgregluni, sum hava málið um hendi, eru burturstødd beint nú, so haðani fæst ongin viðmerking. Ákæruvaldið sigur, at málið er ikki komið til teirra.
Men málið er nú reist á Løgtingið. Tað er Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, sum hevur reist málið.
Í hesum sambandi hevur hann spurt Jóhan Christiansen, landsstýrismann á økinum, hvat hann ætlar at gera við tað.
Høgni Hoydal sigur, at her er talan eina sera álvarsama framferð frá løgreglu og ákæruvaldi, ið kann fáa stórar avleiðingar fyri grundleggjandi rættin at drepa grind í Føroyum - og fyri sjálvsavgerðarrætt okkara at skipa burðardygga veiði av okkara egna náttúrutilfeingi.
Hann staðfestir, at øll viðurskiftini í sambandi við grind, eru skipað í Grindalógini, sum er in serstøk lóg - og føroyskir myndugleikar hava støðugt tikið stig til at bøta um grindadráp í Føroyum.
Tí vil hann hava at vita, hvat Landsstýrið við hetta mál, soleiðis, at tað er grindalógin, og ikki nøkur onnur lóg, sum framhaldandi er grundarlagið fyri allan grindarakstur, og annars øll viðurskifti í samband við grindadráp.