Ongi úrslit

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

Regin Vágadal
9. oktober kl. 17:21

Regin Vágadal, føroya sterkasti maður, kom út við greiðari sterkari talu.

Vit hava áður sæð hendingar, har brek við hekkuportri hevur endað í stórum vanlukkum:

• 193 fólk doyðu, tá MS Herald of Free Enterprise sakk í 1987

• 852 fólk doyðu, tá Estonia sakk í 1994

Eg havi sjálvur starvast á SSL í fleiri ár – bæði sum rakstrarleiðari og stjóri – og eg má siga, at eg eri einki minni enn skelkaður, tá eg hoyri um handfaringina av einari so álvarsligari støðu, sum tá eitt stórt ferðamannaskip siglir avstað við opnum hekkporti.

At leiðslan leggur eftir myndamanninum, Jens Sivar Djurhuus, og hóttir við átøkum ella roynir at breisla hann fyri ikki at boða frá beinanvegin, er so langt úti, at tað er næstan ótrúligt!

SSL skuldi heldur takka Jens Sivari, og beinanvegin, tá leiðslan bleiv kunnug við myndina og støðuna, sett tiltøk í verk og kannað málið til botns.

Stutta av tí langa er, at ein borgari boðar frá og bjargar harvið møguliga fleiri hundrað fólkum – men endar sjálvur við at verða átalaður. Tað er fullkomiliga skeivt!

Sum eisini bleiv nevnt í Kringvarpinum av einum sakførara, líkist hetta einum “cover up” – og tað eri eg púra samdur í.

Og hví brúkar leiðslan á SSL so nógva orku upp á at leggja eftir myndamanninum, í staðin fyri at leggja fokus á trygdina – og ikki minst á skiparan umborð?

Eftir mínum tykki skuldi skiparin eyðablikkiliga verið settur frá, meðan ein óheft kanning fór fram.

Um kanningin so vísti, at hann var vitandi um opna portið, ja, so kundi hann sjálvur sett sær kós á sítt persónliga kort, hvønn veg hann skuldi fara.

Um hetta er trygdarhugburðurin á SSL, so skilji eg væl, at fólk siga seg ikki føla seg trygg.

Jens Sivar – tú hevur gjørt eitt megnar arbeiði. Hattin av fyri, at tú tordi at standa alment fram!

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

17 tímar síðan

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59