Ongi úrslit

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

Jenis av Rana
26. juli kl. 00:48

657 dagar eru farnir, síðani 250 ósek menniskju hart, brutalt og miskunnarleyst vórðu flutt heiman. Onnur 1400 náddu ikki so langt, men vórðu misbrúkt, mishandlaði og dripin á staðnum. Enn í dag verða umleið 50 av gíslunum krógvaðir í Gaza, meðan heimland teirra, Ísrael, deperat roynir at finna teir, livandi ella deyðar, og flyta teir heimaftur úr reiðri terrorismunnar.

Uppaftur og uppaftur endurtók læknin, í sjónvarpssending Kvf’s í kvøld, skyldu okkara at gera okurt við líðingar fólksins í Gaza. Men hví varð brotið um gíslarnar klipt úr samrøðuni?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi hana um gíslarnar?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi, hvar gíslarnir eru?

Hvat svaraði hon, tá John fregnaðist um, hvussu hesir hava tað?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi, hví vinir hennara í hamas ikki lata gíslarnar leysar?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi, nær vinir hennara í hamas fara at lata gíslarnar leysar?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi, hvussu hon trívist millum tey, sum framdi beistagerðirnar 7. Okt. 2023?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi, hvussu hon trívist millum tey, sum kalt og kyniskt halda ósek menniskju sum gíslar á degi 657?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi, hvat hon sjálv ger, fyri at fáa gíslarnar latnar leysar?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi hana, hvat hon følir í hjarta sínum, tá hon hugsar um gíslarnar?

Óivað hevur John spurt enn fleiri spurningar um gíslarnar, men løgið at svarini frá hjartagóði læknanum ikki sleppa víðari til okkum hyggjarar?

Eg og mong, mong við mær bíða spent eftir svarunum hon gav tær, John Johannesen!

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins

 

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

Í gjár kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Peningurin er læstur fastur

23. juli kl. 13:04

Ken er givin í Vágum

23. juli kl. 14:40

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48