Ongi úrslit

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

Áki Bertholdsen
10 tímar síðan

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna tí fólk høvdu ampa av, at fólk vóru farin til hendurs í Steinatúni. Løgreglan kom á staðið og fekk skil á aftur og fólkini vórðu burturvíst og send í hvør sína ætt.

Men eina løtu seinni varð aftur ringt til løgregluna um húsaófrið á einum bústaði í  Havn. Tá ið løgreglan koma á staði, vísti tað seg at verða somu fólk, sum høvdu barst í Steinatúni.

Men tá ið løgreglan royndi at fáa skil á, var tann eini løgreglumaðurin sligin so illa, at hann fekk nakað av skaða. Maðurin, sum sló varð handtikin og skuldsettur fyri at gera seg inn á eitt løgreglufólk.

At gera seg inn á løgregufólk er so mikið álvarsligt, at ta  fer gerningsmaðurin í rættin fyri og hann skal eisini vænta sær nakrar vikur í geglinum Mjørkadali.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57