Ongi úrslit

Ein ungur maður vildi gera av við seg

Ein patrulja fór niðan á Oyggjarvegin

Jóhanna Højgaard
27. juli 2025 kl. 08:40

Løgreglan var boðsend niðan á Oyggjarvegin i nátt, tí ein ungur maður ætlaði at gera av við seg.

Tað var bilførarin sum koyrdi mannin niðan, sum ringdi. Hann sá unga mannin stilla seg á eitt stað, har tað var høgt útav.

Eisini var okkurt sagt teirra millum, sum kundi týða uppá at tað var ætlanin hjá honum.

Ein patrulja sum hevði hundar við sær, fór beinanvegin niðan og funnu hann rættuliga skjótt.

Maðurin kom oman aftur og er nú innlagdur.

Vakthavandi í morgun sigur at tað tíverri økist við boðum um sjálvmorðsætlarnir hjá løgregluni. Serliga eru tað ung fólk sum ikki hava tað gott.

Eitt av fleiri møguleikum at leita sær hjálp í Føroyum er her Sinnisbati

á Instagram @sinnisbati_ung

Á Facebook Sinnisbati ung

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

Í gjár kl. 14:59

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43