Ongi úrslit

Sera lítið skil á

Telefonin hevur ringt allan gjáradagin og alla náttina

Jóhanna Højgaard
29. juli 2025 kl. 10:30

Løgreglan hevur havt úr at gera seinasta døgnið. Telefonin hevur ringt allan gjáradagin og alla náttina, líka til kl. 09.00 í morgun. Telefonnetið var til tíðir órógvað av hesum.

-Eg havi ikki tal uppá hvussu nógvar uppringingar vit hava havt, men í gjár snúðu uml. 70% av teimum snúðu seg um parkering. Bilar vóru parkeraðir inni í túninum hjá fólki, tvørturum innkoyringar, ella hvar sum helst har var bara eitt ledigt plass.

-Tað var at samanlíkna við hvussu skógvar liggja í gongini til ein barnaføðingardag. So lítið skil var á, at um eldur hevði komið í, ella onkur mátti heintast av sjúkrabili, so hevði ikki borið til hjá hvørki sjúkra- ella brandbili at komið fram, segði vakthavandi.

Eisini vóru heilt ógiliga nógv fólk í býnum alla nátt, og nógv vóru rættuliga rúsaði.

Nógv fólk vóru borin og koyrd til hús, nógvar ósemjur loystar og eisini vóru fólk reist uppaftur á beinini har tey lógu, men tað er einki mál gjørt burturúr.

Tvey minni harðskapsmál eru tó, har tað enn ikki er avgjørt um tey enda við bót, ella skuldseting.

Nógvir sjúkrabilar eru sendir avstað í nátt eisini, men vaktleiðarin staðfestur, at samarittarnir gera eitt ómetaliga gott arbeiði við at hjálpa folki sum hava tørv á tí.

Mest lisið hesa vikuna

Tórbjørn varð innlagdur eftir at hava hildið røðu

15. mars kl. 11:45

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

14. mars kl. 09:13

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ann Thomsen 60 ár

14. mars kl. 10:46