Ongi úrslit

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

Men eingin avgerð er tikin

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 17:15

Tað eru nógv, sum síggja fyri sær, at samgongan fer at fáa stórar avbjóðingar í heyst, tá ið fíggjarlógin fyri næsta ár skal leggjast.

Og tað eru tað politikarar í samgonguni, sum longu nú royna at leggja upp fyri.

Serliga eru tað ymisk sosial mál sum tað gongur strilti hjá samgonguni at semjast um - og tað er fyrst og fremst Framsókn, sum fær skylduna fyri at toga í bremsurnar.

Tí eru tað politikarar í samgonguni sum vilja umskipa samgonguna og koyra Framsókn úr samgonguni og at fáa Miðflokkin upp í ístaðin fyri.

Tey halda, at tað fer at gera tað lættari hjá samgonguni at fremja tey lyftini á sosiala økinum. sum samgongan setti sær fyri - og sum flokkar eisini góvu lyfti um í valstríðnum. Dømi um hetta eru at stytta arbeiðsvikuna og avtaka mvg á neyðsynjarvørum.

Forfólkini í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi, tvíhalda um, at einki slíkt er í umbúna.

Aksel V. Johannesen avsannar, at tað er í umbúna at umskipa samgonguna og hann avsannar eisini, at samskifti hevur verið við Miðflokkin.

Hann sigur, at verandi samgonga er til reiðar at fara til verka ólavsøku.

Sirið Stenberg, forkvinna fyri Tjóðveldi sigur, at samgongan stendur saman og at eingin ætlan er um at umskipa hana.

Men vit vita kortini frá politiskum keldum, sum eru uppi í málinum - men sum vilja verða ónevndar - at samskifti hevur verið ímillum politikarar úr Javnaðarflokkin og Tjóðveldi øðrumegin, og Miðflokkin hinumegin. Og endamálið er at fáa Miðflokkin upp í samgonguna, men at enn er eingin ítøkilig niðurstøða.

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, hevur ongar viðmerkingar. Men hann sigur kortini, at fær Miðflokkurin nøkur av sínum hjartamálum á sosiala økinum við í politikkin hjá samgonguni, høvdu tey verið opin fyri at tosa um at farið upp í samgonguna.

Men tað krevur eisini, at tað, sum verður kallað etisk mál, ikki minst fosturtøkumálið, verða løgd til viks.

Tey sosialu málini, hann tosar um, er at gera gerandisdagin lættari hjá vanligum fólki og at áseta lønarhækkingar í krónum heldur enn í prosentum, tí lønarhækkingar í prosentum gera, at stættarmunurin veksur enn meiri.

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Miðflokkurin hava verið í samgongu fyrr. Tað var samgongan, sum vanliga varð kallað CHE samgongan, og sum sat í 2008.  Hon helt bara í nakrar mánaðir, men Jenis av Rana heldur, at tað var ein góð samgonga, og tað hevur hann einki ímóti at royna aftur, skuldi tað verið.

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, hevur ongar viðmerkingar.

Mest lisið hesa vikuna

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Harðskapsmál í Nólsoy

20. juli kl. 10:41

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

Í gjár kl. 17:15

Hótti fólki eftir lívinum

21. juli kl. 08:50

Peningurin er læstur fastur

23. juli kl. 13:04

Ken er givin í Vágum

23. juli kl. 14:40