Ongi úrslit

NSÍ keypir landsliðsspælara

NSÍ hevur skrivað undir tvey ára sáttmála við Jann J. Benjaminsen

Jóannes Hansen
21. november 2024 kl. 22:53

NSÍ spennir seg út.

Í kvøld boðar felagið frá, at nýggjur høgri vongverji verður í gula og svarta búnanum. Talan er um landsliðsspælaran Jann J. Benjaminsen, sum flytur úr B36 og til NSÍ.

NSÍ skrivar soleiðis:

Jann J. Benjaminsen hevur í kvøld skrivað undir ein 2 ára sáttmála við NSÍ. Landsliðsleikarin kemur aftur til NSÍ, har hann í 2016 fekk sítt gjøgnumbrot í bestu deildini hjá monnum. Í 2021 fór hann til Noregs, har hann í tvey ár leikti við IL Hødd, og so hevur hann tvey tey seinastu árini spælt við B36.

FaroeSoccer veit at siga, at 27 ára gamli Jann J. Benjaminsen hevur spælt 154 landskappingardystir í bestu deildini og skorað 17 mál. Í altjóða liðfótbólti hevur hann spælt 18 dytstir og skorað eitt mál. Jann J. Benjaminsen hevur spælt seks landsdystir og skorað eitt mál.  

Mest lisið hesa vikuna

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

16 tímar síðan

Birgir Kruse ummælir

26. februar kl. 21:25