Rósan úr Støkk á 7. plássi í Estlandi

HM í estetiskum fimleiki er í Estlandi í hesum døgum og fimleikaliðið Rósan úr Støkk luttók fyri fyrstu ferð í kappingini "Short program". Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at eitt føroyskt lið luttekur í hesi kapping.

Jonhard Hammer
23 tímar síðan

HM í estetiskum fimleiki er í Estlandi í hesum døgum og fimleikaliðið Rósan úr Støkk luttók fyri fyrstu ferð í kappingini "Short program". Hetta er somuleiðis fyrstu ferð, at eitt føroyskt lið luttekur í hesi kapping. "Short program" er ein lutfalsliga nýggj altjóða kapping, har serian bert skal vera 1 min og 45 sek við ávísum bundnum krøvum, sum skulu útførast so væl sum til ber.

 

Komu víðari í finaluna

Rósan kappaðist í tí innleiðandi kappingini í gjár, og tær komu víðari til finaluna í dag. Endaliga úrslitið gjørdist eitt 7. pláss av 13 liðum. Tær eru væl nøgdar við úrslitið, nú tær hava kappast móti teimum bestu í heiminum innan hesa grein.

Nú eru tær spentar at venja torleikarnar í seriuni enn meira fram til næstu kapping.