Strandferðslan bindur um heilan fingur - avlýsir fleiri túrar hjá Smyrli

Aftur hetta vikuskiftið kemur ólag á ferðaætlanina

Myndina tól John Martin Olsen
Áki Bertholdsen
22. november 2024 kl. 11:18

Fyrr í vikuni var nógvur so nógvur vindur, at mikudagin mátti Smyril avlýsa nakrar túrar ímillum Suðuroynna og Havnina.

Og nú verður aftur sama skilið, tí hann sigur frá rættiliga nógvum vindi leygardagin og sunnudagin. Og longu nú bindur Strandferðslan um heilan fingur og avlýsir fleiri túrar, bæði í morgin, leygardagin, og sunnudagin.

Í morgin verður túrurin av Krambatanga klokkan 18.30, og túrurin av Havnini klokkan 21.15 ikki sigldir.

Tað fer so aftur at ávirka ferðaætlanina sunnudagin, tí hetta merkir, tí sunnudagin verður túrurin av Krambatanga klokkan 8.30 sostatt heldur ikki sigldur og heldur ikki túrurin av Havnini klokkan 11,

Men strandferðslan sigur, at so hvørt óveðrið nærkast, er tað væntandi, at fleiri broytingar verða í ferðaætlanini hjá Strandferðsluni og í koyringini hjá Bygdaleiðum.