Royndu at lumpa 75.000 krónur frá føroyskari fyritøku

Løgreglan sigur, at hesar seinastu dagarnar hava tey fleiri dømi um hetta

Áki Bertholdsen
22. november 2024 kl. 08:50

Í gjár ringdu tey av eini føroyskari fyritøku til løgregluna at melda, at onkur hevði roynt at snýta tey á internetinum.

Tað var bókhaldarin, sum fekk eitt teldubræv - á góðum føroyskum máli - frá stjóranum um at hann skuldi skundflyta eina upphædd í evrum, sum svarar til góðar 75.000 krónur.

Tey siga, at bókhaldarin samskifti við sendaran, men so varnaðist hann, at talan var ikki um stjóran, men um eina roynd at svika.

Soleiðis sær teldubrævið út og so er tað undirskrivað av stjóranum

Løgreglan sigur, at halda músina yvir navnið á stjóranum, kemur ein teldupostadressa fram, sum ikki er ein føroysk adressa.  

Løgreglan sigur, at tey hava fingið fleiri fráboðanir av hesum slagi hesar seinastu dagar, men teimum vitandi, er tað eingin, sum er hoppaður upp á tað.

Føroya Politi mælir øllum, ið hava fingið ella fáa hetta teldubrævið til at strika hann. Hevur onkur flutt pengarnar, mugu tey alt fyri eitt venda sær til sín peningastovn.

Føroya Politi mælir samstundis øllum fyritøkum til at hava greiðar mannagongdir fyri uttanlandsflytingum, tí tað oftast er her, at teldusníkarnir lumpa fyritøkurnar, sigur løgreglan.