Brandur biður farvæl í Fredrikstad

Næsta kappingarár sær tað út til, at tað verður í mesta lagi ein føroyingur í norska felagnum, har tað fyrr í ár vóru fýra føroyingar

Jóannes Hansen
21. november 2024 kl. 17:00

Á landsliðnum er hann framvegis lyklaspælari, meðan tað í Fredrikstad hevur gingið striltið við at finna fast pláss á liðnum.

Í dag er greitt, at Brandur Hendriksson Olsen ikki fer at halda fram í Fredrikstad. Felagið boðar frá, at føroyski landsliðsspælarin og tveir aðrir spælarar gevast, tá ið hetta kappingarárið verður av.

28 ára gamli Brandur Hendriksson Olsen hevur verið tvey ár í Fredreikstad. Hann hevur verið nógv skaðadarvaður í ár, og tað hevur ávirkað spælitíðina. Í 24 dystum hevur hann oftast verið innskiftari.

Enn er tað ikki greitt, hvat Brandur nú fer at spæla. Fyrr i summar hoyrdist, at annað felag í Norra var áhugað í føroyska miðvallaranum.

Tá ið tað í vár varð farið undir nýggja landskapping vóru fýra føroyingar í felagnum. Mikkjal K. Thomassen var venjari, Brandur Hendriksson Olsen og Jóannes Bjartalíð vóru spælarar og Elisabeth Vang var fysioterapeutur.

Nú verður Jóannes Bjartalíð einsamallur føroyingur í felagnum. Mikkjal K. Thomassen flutti í summar til AIK Stokholm at vera venjari, og í heyst flutti Elisabeth Vang eisini til AIK Stokholm.

Í Norra verður spælt frá vári og út á heysti, meðan kappingarárið eitt nú í Danmark er frá sumri og fram ímóti sumri.

Síðsti dysturin hjá Frederikstad í ár verður steypafinalan. Mótstøðuliðið er Molde, og steypafinalan verður 7. desember.

Í landskappingini er Fredrikstad undan tveimum teimum síðstu umførunum á sætta plássi. Felagið hevur 45 stig. Tað eru 10 stig aftur til sjeynda plássið, og tað eru fýra stig fram til Rosenborg og Molde, sum eru á fimta og fjórða plássi.

Leygardagin eigur Fredrikstad heimavøll ímóti Hamarkameraterne, og annan sunnudag verður punktum sett á útivølli ímóti Sandefjord.